Myndir: Per Martin Gregersen
Í gjár fekk Eysturkommuna eina gávu sendandi um Gøtueiði – ein fundarhamara, frá Runavíkar kommunu.
Søgan byrjaði við, at Kristian Edvard Knudsen (Ba), sum er snikkari og borgarstjórin í Runavíkar kommunu fóru eina rannsóknarferð til Norðragøtu, fyri at hyggja at býráðsborðum til nýggju hølini, sum Runavíkar kommuna er í fer við at gera.
Tá komið var til Norðragøtu, har borgarstjórin í Eysturkommunu hevði bjóða inn í nýggja býráðssalin, sást at kommunan í Eysturkommunu ongan fundarhamara hevði, meðan í Runavíkar kommunu var ein fundarhamari gjørdur fyri nøkrum árum síðani. Tann hamarin var gjørdur av Kristian Edvard Knudsen (Ba), meðan Ur & Brillustovan á Glyvrum hevði lagt silvurið inn.
Eftir hesa vitjan var avgerð tikin av Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra, at Kristian Edvard Knudsen (Ba) skuldi gera ein tílíkan fundarhamara til Eysturkommunu. Og einans tveir dagar seinni var hamarin liðugur. Harvið er hesin hamarin ein gáva til grannarnir í Eysturkommunu.
Á Facebook vanganum sínum, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen soleiðis um gávuna frá Runavíkar kommunu:
Í dag fingu vit í Eysturkommunu eina gávu frá grannanum fyri sunnan.
Tað hevur ikki verið nakar hamari knýttur at býráðssalinum í Eysturkommunu.
Men tá borgarstjórin í Runavíkar kommunu, og Syðrugøtumaðurin, Tórbjørn Jacobsen var og vitjaði her fyri, hildu menn, at her átti ein hamari at verða til staðar.
Soleiðis kann tað verða stutt frá tanka til handling.
Og í dag er hamarin komin at liggja har hann helst kemur at verða í fleiri ár framyvir.
Stóra takk fyri gávuna.
Deil á Facebook