Eiðs kommuna/Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen
Vælumtøktu smalfilmsupptøkurnar hjá Jógvani K. Mørkøre, ið m.a. vóru væl vitjaðar á Heystfagnaðinum í 2023, vóru á skránni í Kolshøll farna týskvøld.
Talan er um privatar upptøkur hjá Jógvani, ið fyri tað mesta vísa gerandislív og virksemi á Eiði í 1960’árunum. Elsta upptøkan er frá 1962, og summar av upptøkunum vóru nýttar av Sjónvarpi Føroya.
Upptøkurnar geva gott innlit í virksemi, ið ikki er at síggja longur. Millum annað vísa upptøkurnar fólk, ið berja bark og kæra.
Sum vant fyri upptøkur á smalfilmi var einki ljóð, men talan var ikki um eitt friðarligt tiltak, tí práta var óført, og til tíðir rungaði látur í høllini. Mannsterka fjøldin rópti eisini í kór, so hvørt sum tey kendust við fólk á upptøkunum. Maðurin handan upptøkurnar stóð við mikrofon og greiddi frá, og var til reiðar at svara spurningum frá fjøldini.
Upptøkurnar vóru ein tíma til longdar, og eftir tað var møguleiki, at fáa kaffi og køkur. Talan var um eitt stak hugnaligt tiltak, har møguleiki var at síggja fólk, ið ikki eru millum okkum longur, og sum heild at vera saman farnar tíðir.
Hesar upptøkur eru ein týdningarmikil lutur í søguliga arvinum hjá eiðisfólki og føroyingum sum heild.
Deil á Facebook