Mynd: Vaktar- og bjargingarskipið Brimil (Vørn)
Kl. 08.00 í morgun fekk MRCC boð um, at Polarhav var uppsteðgaður og hevði brúk fyri hjálp.
Vaktar- og bjargingarskipið Brimil var sendur avstað út til trolarin, sum var uppsteðgaður eystan fyri Suðuroy, út fyri Porkeri.
Brimil tók Polarhav uppá sleip og sleipaði trolarin inn á Skálafjørðin har teir vóru um 17.00 tíðina.
