Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2026 14:13

Skótahjálpin latið 100.000 krónur til Venesuela

Tíðindaskriv/Føroya Skótaráð

Skótahjálpin í Føroyum hevur latið 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Venesuela í sambandi við ógvisligu jarðskjálvtarnar, ið raktu landið herfyri.

Peningurin er latin úr grunninum hjá Skótahjálpini til brádliga íkomnar neyðstøður, og peningurin er latin venesuelsku skótarørsluni, sum tekur aktivan lut í tilbúgvingini í sambandi við jarðskjálvtarnar.

Skótahjálpin gjørdi av at lata peningin umvegis felagsskapin World Scout Foundation, ið hevur samskipað innsavning til tilbúgvingarpartin hjá venesuelsku skótarørsluni.

Skótarnir í Venesuela hjálpa myndugleikunum at finna og gera til reiðar høli til neyðhjálpararbeiði, heilsuviðgerðir og aðra bráfeingis hjálp, umframt at teir eru partur av arbeiðinum at lata bráfeingis- og neyðsynjarvørur til teirra, ið er komin í neyð. 

Við skótakvøðu

Nevndin í Skótahjálpini