Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.02.2023 09:05

Skála hevur aðalfund 16. februar

Aðalfundur felagsins verður í bygdahúsinum á Strondum hósdagin tann 16.02.2023 kl. 19.00. Mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 09.02.2023. Starvsnevndin leggur innkomin mál fram fyri aðalfundin.

Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Ein góður kaffimuður við onkrum søtum afturvið verður at fáa

Við vón um góða uppmøting.

Vegna Skála IF

Nevndin