Mynd: JÓK/Eysturoyarportalurin
Tað vóru tvey grannalið í kreppu, sum møttust undir Mýrihjalla í kvøld.
Bæði liðini stríðast fyri lívinum í bestu deildin, kanska annað liðið meira enn hitt. Mong munnu tó verða samd um, at Skála skal tungu leiðina í næstbestu deildin at spæla næsta ár. Men tað munnu hava verið fá, sum kundu ímynda sær áðrenn kappingarið fór í gongd, at NSÍ fór at liggja, sum teir liggja í løtuni.
Hóast kanska NSÍ hevði meira at spæla fyri, so sást tað ikki aftur á vøllinum. Skála var omaná mest sum allan dystin, men tíðanverri fyri teir, so manglaði kvaliteturin ofta. Nakað sum eisini ger, at teir liggja har sum teir liggja.
Dysturin endaði 1-1. Málið hjá Skála var eitt sjálvmál av NSÍ verjuleikarinum, meðan Klæmint A. Olsen drønstútaði eitt innlegg í málið, tá tað manglaðu 10 minuttir av dystinum til 1-1.
Nógvar spentar støður vóru í endanum av dystinum, men einki mál kom afturat.
NSÍ hevur ikki orduliga funnið stevið, síðani Sámal Erik Hentze tók yvir fyrr í ár. Nú resta bert 5 dystir eftir í hesum kappingarárinum. 5 finalur hjá NSÍ at bjarga sær undir eini katastrofalari niðurflyting.
Næsti dystur hjá NSÍ er á heimavølli á nýggja grasvøllinum leygardagin 17. septembur. Skála møtir B36 í Gundadali komandi fríggjakvøld.
Deil á Facebook