Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2023 08:26

Skála er fremst – NSÍ komin fyri seg

Mynd: Meinhard Janusarson skeyt 2 mál móti Víkingi (Skála)

Fult umfarð var í gjár hjá 1. deild monnum.

Á heimavølli greiddi Skála sína skyldu og vann 3-1 eitt ímóti einum ungum víkingaliðið. Fyrrverandi Skálaleikarin Poul Kallsberg skeyt einsamalla málið hjá teimum næstbestu hjá Víkingi, meðan Meinhard Janusarson (2) og Carlos Felipe De Sousa Ferreira skutu málini hjá Skála.

Í Gundadali tóku teir næstbestu ímóti teimum bestu hjá NSÍ. Úrslitið gjørdist 2-0 til NSÍ. Málini vóru skorað av Steffan Løkin og Búi Egilsson tíðliga í fyrra hálvleiki.

Teir næstbestu hjá EB/Streymi kláraðu ein 1-1 javnleik ímóti B71 heima á Sandi, meðan teir næstbestu hjá B68 máttu lúta 4-1 í Klaksvík. Einsamalla málið skeyt veteranurin Óli Olsen.

Komandi umfarð í 1.deild er týsdagin 25. apríl.

KÍ – B68 4-1 (2-0)

1-0: Jóhan Josephsen 6.

2-0: Jóhan Josephsen 22.

3-0: Jóhan Josephsen br 61.

3-1: Óli H. Olsen 87.

4-1: Heðin Klakstein 90.

Skála – Víkingur 3-1 (1-0)

1-0: Meinhard Janusarson 20.

2-0: Carrlos Ferreira 54.

2-1: Poul Kallsberg 74.

3-1: Meinhard Janusarson 77.

B36 – NSÍ 0-2 (0-2)

0-1: Steffan A. Løkin 7.

0-2: Búi Egilsson 14.

FC Hoyvík – HB 2-1 (2-0)

1-0: Dánjal Karbech Hansen 24.

2-0: Fróði Pætursson Rasmussen 40.

2-1: Andreas Skeel Nolsøe 60.

B71 – EB/Streymur 1-1 (0-0)

0-1: Óli Egilstrøð Magnussen 50.

1-1: Alejandro Medina 70.