Eyp
Seinastu tíðina, serliga fyrst í hesum árinum, tá ið kavi, kavarok, hált og glerstoyt hevur verið, hevur eitt ávíst vegastrekki verið nógv frammi í miðilunum. Men bert av neiligum orsøkum.
Ofta hava bilar, flutningsakfør og stórir trailarar staðið fastir. Ferðsluóhapp hava verið. Ella hevur vegurin heilt verið stongdur. Og hava bilarøðirnar í summum førum verið fleiri kilometrar langar.
Vegastrekki talan er um, er sjálvandi leiðum um Gøtueiði, vegurin sum liggur omanfyri Syðrugøtu og sum fer víðari norðureftir, til Kambsdal, móti Leirvíkstunnilinum og suðureftir móti Skipanesi og Søldarfirði.
Hetta, til tíðir smala vegastrekki við nógvari ferðslu, er høvuðsæðrin hjá øllum norðoyingum, leirvíkingum, fuglfirðingum, kambsdalsbúgvum og gøtubygdinum øllum, sum skulu sjúkraørindi, til arbeiðis, til ítróttar-ella samkomutiltøk, o.a. Ella allari vinnuni í norðurøkinum, bæði stórum og smáum fyritøkum, sum antin skulu koyra farm ella gera arbeiðir kring landið.
Áhugavert kundi verið at gjørt upp í mistum inntøkum og meir útreiðslum hvat hetta kostar samfelaganum, av at fólk hava staðið føst, siti í bilrøðum, mista arbeiðstíð, eyka kavarudding, osv.
Tað hevur verið prát um Gøtudalstunnilin í fleiri ár.
Av og á blussar so kjakið upp um tørvin av einum Gøtudalstunnili. Í vetur hevur ikki verið nakað undantak í so máta. Kanska tørvurin ongantíð hevur verið størri enn beint nú.
Landsverk hevði eitt tilmæli frammi í 2018, sum segði eina byggitíð uppá 3 ár. Tunnilin skuldi tá, sambært tilmælinum, standa liðugur í 2025.
Talan er um ein tunnil, har ferðslan ístaðin sum nú, gongur um Gøtueiði har ofta hált og kavi er, sum skal ganga frá Norðragøtudalinum, har rundkoyringin er, gjøgnum fjallið og inn til Skálabotn.
Serliga nú, Eysturoyartunnilin er tikin í brúk og hevur víst sítt viðið, so er ein Gøtudalstunnil enn meira aktuellur og ein uppløgd høvuðsfarleið úr norðurøkinum og til Eysturoyartunlinum, har farið verður ístaðin eftir vestara armi á Skálafjørðinum, omanfyri Skálabygd.
Eitt annað, sum eisini kann leggjast afturat kjakinum, er nógva ferðslan sum nú fer ígjøgnum bygdaøkið við Gøtugjógv, har bæði skúli og nýggur dagstovnur liggja.
Og so minkar vandin samstundis fyri ferðsluóhappum á øllum innkoyringum, serliga til bygdina í Norðragøtu, har fleiri ferðsluóhapp eru hend gjøgnum ár og dag.
Og hava bæði fakfólk og politikarar eisini rópt varskó um veksandi trupuleikan við trygdini á hesum staðið og økinum sum heild.
Søgur um vegastrekki: (síðani Eysturoyarportalurin sá dagsins ljós)
06.02.2024 Gøtueiði: vegurin er stongdur https://www.eyp.fo/gotueidi-vegurin-er-stongdur/
16.01.2024 Vegurin um Gøtueiði var stongdur eina løtu https://www.eyp.fo/vegurin-um-gotueidi-var-stongdur-eina-lotu/
18.12.2023 Koyri varliga – bilur farin útav á Gøtueiði https://www.eyp.fo/koyri-varliga-bilur-farin-utav-a-gotueid/
14.12.2023 Ferðsluóhapp í Norðragøtu https://www.eyp.fo/ferdsluohapp-i-nordragotu/
05.12.2023 Lastbilur fór á glið omanfyri Syðrugøtu https://www.eyp.fo/lastbilur-for-a-glid-omanfyri-sydrugotu/
15.10.2023 Bilar stóðu fastir á Gøtueiði https://www.eyp.fo/bilar-stodu-fastir-a-gotueidi/
19.09.2023 Langar bilrøðir í Gøtu https://www.eyp.fo/langar-bilrodir-i-gotu/
04.09.2023 Olja á vegnum millum Leirvík og Gøtu https://www.eyp.fo/olja-a-vegnum-millum-leirvik-og-gotu-myndir/
16.03.2023 ÁVARING: Koyrilíkindini eru sera vánalig um Gøtueiði í løtuni https://www.eyp.fo/avaring-koyrilikindini-eru-sera-vanalig-um-gotueidi-i-lotuni/
14.03.2023 Vegurin um Gøtueiði stongdur https://www.eyp.fo/vegurin-um-gotueidi-stongdur/
09.02.2023 Lastbilar standa fastir á Gøtueiði https://www.eyp.fo/lastbilar-standa-fastir-a-gotueidi/
16.12.2022 Ferðsluruðuleiki í Eysturoynni https://www.eyp.fo/ferdsluruduleiki-i-eysturoynni/
Ferðslutøl (Landsverk)
Sum sæst í talvuni niðanfyri, so hevur ársmiðal ferðslan pr. samdøgur (ÁFS) á Gøtueiði verið umleið 6.000 akfør síðani ár 2021. Í stabbamyndini niðanfyri eru útgreinaði hagtøl fyri ferðsluteljaran á Gøtueiði.
Salting (Landsverk)
Eins og við øllum landsvegunum kring landið, so verður saltað eftir tørvi.
Tørvurin fyri vegateinin um Gøtueiði er lutfalsliga høgur, tí talan er um eina týðandi høvðusfarleið til norðurøkið, umframt tí sannroynd at Gøtueiði liggur høgt (135m) og vegurin er brattur (upp til 100‰). Tá ið hitin nærkast frostmarkinum er mett at Landsverk brúkar umleið 2 tons av salti um samdøgrið um Gøtueiði.
Tunnil ella ei?
Landsverk hevði fleiri uppskot frammi í 2018. Og var uppskotið um tunnil frá Norðragøtu og inn til Skálabotn, tað sum var valt frammum øll hini.
Í tilmælinum segði Landsverk m.a., at verkætlanin fevnir um 3.200 metrar av tunli og 400 metrar av vegi. Loysnin fór at stytta verandi farleið millum økið norðanfyri og vestara armin av Skálafjørðinum við umleið 10 minuttum. Úr 23 km niður á 17 km.
Ferðatíðin fór at gerst 2 minuttir styttri, enn um farið var ígjøgnum Runavík, hóast teinurin umvegis Runavík er styttri, men loyvda ferðin er 80 km/t allan vegin. Tá slepst undan at koyra ígjøgnum bygt øki Við Gøtugjógv, á Skipanesi og Undir Gøtueiði.
Tunnilin fór at liggja lágt, og sloppið varð undan trupulleikanum við stórum akførum um Gøtueiði.
Sambært Landsverki metir Jarðfeingi seg nú at hava so mikið góða jarðfrøðiliga vitan um økið, har ætlanin er at gera tunnilin, at neyðugt er ikki við fleiri størri jarðfrøðiligum kanningum.
Sambært svarið til fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur til Dennis Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum í fjør um Gøtudalstunnilin, svarar landsstýrismaðurin, at kostnaðurin fyri eina tílíka verkætlan er millum 420 – 460 mió. kr.
Og eftir langtíðarløguætlanini fyri 2018 – 2030 verða 385 mió. kr. játtaðar til Gøtudalstunnilin árini 2027 – 2030.
Gøtudalstunnilin hevur breiða undirtøku millum fólkið, politikkarar og vinnulív í norðurøkinum og har á leiðini.
So er spurningurin, um man hevur ráð og tíð at bíða ella um ein Gøtudalstunnil má framskundast?
Deil á Facebook