Mynd: Eysturoyarportalurin
Veðrið er sera vánaligt, og hetta sæst longu nú, har ein sera long bilrøð stendur heilt still millum Skipanes og Lambareið.
Á løgreglustøðini siga tey, at ein trailari var farin tvørs um vegin á Gøtueiðið, sum tarnaði ferðsluni, meðan tey ikki vistu um hví ferðslan var steðga upp niðan móti Lambareið.
