Seinastu dagarnar eru vegirnir asfalteraðir millum Syðrugøtu og Norðragøtu, eitt vegastrekkji sum ógvuliga ferðsla er gjøgnum hvønn einasta dag.
Í dag hava serliga langar røðir verið báðumegin – bæði frá Gøtugjógv og heilt niðan á Gøtu Eiði, og frá Norðragøtu og langt inn móti Kambsdali og niðan í Leirvíkstunnulin.
Ferðslan verður stýrd av ljóskurvum í løtuni og ferðslan gongur seint, sum eisini sæst á myndinum/filminum.
Filmur: Eysturoyarportalurin
Deil á Facebook