Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2022 19:23

Sjómanskvinnuringarnir savnast í Leguhúsinum

Mynd: Argjakórið í Nesvík saman við SKR.

Týskvøldið 4. oktobur kl. 19.30, savnast sjómanskvinnuringarnir í Vágum, Streymoy, Eysturoy og í Norðoyggjum í Leguhúsinum í Nesvík.

Tað er altíð hugaligt og spennandi tá fleiri ringar hittast um felags arbeiði.
Á skránni verður felagssangur, Argjakórið fer at syngja og Símun P. Jacobsen hevvur andakt.
Síðani fer Frants Jensen og greiða frá føroyskari sjómansmissión í Íslandi gjøgnum 100 ár og Torleif Johannesen fer at greiða frá nýggju bókini: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”.
Høvið verður at  keypa bókina og at geva eina gávu til Sjómansmissiónina.
Aftaná verður drekka og hugni.
Øll eru vælkomin.