Grein eftir: John Kjærbo – Eystan Á
12. juli í ár verða tað 21 ár síðan Ólavur Halgi jagstraði Sea Shepherd út um føroyska sjómarkið.
Leygarmorgunin 12. juli 1986 kom tað til ógvusligan samanbrest millum vaktarskipið Ólav Halga og umhvørvisskipið Sea Shepherd, hvørs skipari var tann navnframi Paul Watson.
Paul Watson er føddur í Toronto í Kanada 2. desember 1950, elstur av seks systkjum, 4 dreingir og 2 gentur. Abbin í móðirætt var dani, Otto Larsen av navni, sum flutti til Kanada síðst í 1800-árunum. Sjálvur sigur Watson, at abbin var biðin um at fara av landinum vegna sína politisku sannføring. Aðrar keldur vilja tó vera við at Otto var vístur úr Danmark í 1910, orsakað av “majestæts-fornærmælse” og flutti tá til Kanada. Um abban sigur Watson, at tað var hann sum vakti áhuga hansara fyri dýrum, við tað at hann altíð tók seg við sær í djóragarðin í Toronto. 17 ára gamal fór Watson út at sigla og var tað við norskum skipið M/S Bris, sum var ein 35.000 tons stórur bulkbátur. Eftir at hava siglt hálvtannað ár fór hann í land aftur, og síðani hevði hann nógv samband við umhvørvisverndarfólk, og var í 1971 við til at stovna Greenpeace. Men í 1978 fór hann úr felagsskapinum, sjálvur sigur hann at hann tók seg aftur, tí felagsskapurin var vorðin alt ov stirvin. Aðrar keldur vilja verða við, at Watson var koyrdur úr, tí Greenpeace tók ikki undir við harðskapi av nøkrum slagi. Og framferðin hjá Watson kundi ikki tulkast sum annað enn harðskapur.

Í samband við átakið hjá Watson í Føroyum 1986 segði danski Greepeace-leiðarin, Michael Gylling Nielsen, soleiðis: “Tað sum Watson hevur gjørt í Føroyum líkist ongum, og vit taka hundrað prosent fjarðstøðu frá slíkum harðrendum framferðarhátti, ið ikki kann nýtast í einum framkomnum samfelagi”. Og hann legði afturat, at “slíkur framferðarháttur ikki fær føroyingar at gevast við teirra ósømiliga drápi av grindahvali”.
Í desember 1978 keypti Watson saman við øðrum Hull-trolaran M/S Westella og gav honum navnið Sea Shepherd. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var at styrkja stevnið, og longu árið eftir kom hetta til sín rætt. 16. juli 1979 torpederaði Sea Shepherd hvalabátin M/S Sierra uttanfyri portugisisku strondina. Hvalabáturin var sleipaður inn til Portugals, har hann var sprongdur í luftina undir løgnum umstøðum. Tá portugisisku myndugleikarnir síðani løgdu hald á skipið, sníkti hann seg inn í havnina og søkti tað. Fígging til nýtt skip fekk Watson frá amerikanskum stuðlum og frá manningini, ið sjálv rindar fyri at vera við í atsóknunum. Aftur hesaferð fall valið á ein gamlan bretskan trolara, ið fekk navnið Sea Shepherd II. Og tað var við hesum skipi, at hann kom til Føroyar á fyrsta sinni í 1985.

Watson fær áhuga fyri Føroyum og grindadrápi
Sea Shepherd II kom í Nólsoyarfjørð leygardagin 17. august 1985, har hann kastaði akker og var liggjandi í fleiri dagar. Skiparin, Paul Watson, sum á fyrsta sinni var komin til Føroyar, lat frætta gjøgnum fjølmiðlarnar, at hann var komin við tí endamáli at steðga grindadrápi. Hann segði seg hava havt eyguni eftir Føroyum í fleiri ár. Eisini hevði hann lisið nógv um grindadráp í Føroyum, og eftir at hava sæð ein danskan film um føroyskt grindadráp, fleyt bikarið yvir, og tók hann tá avgerð um at fara til Føroyar at steðga grindadrápi. Filmurin, Watson sipar til, var gjørdur av danska sjónvarpsmanninum Preben Heide. Samstundis segði Watson, at nógv fólk, sum høvdu verið í Føroyum og sæð grindadráp, høvdu vent sær til hansara at gera okkurt fyri at steðga hesum. Annars var árið 1985 merkt av nógvari øsing um grindadráp.
Vestmannagrindin
27. juli 1985 kom tað til samanbrest millum vestmenningar og fólk frá felagsskapinum Environmental Investigation Agency, stytt EIA. Tað byrjaði við at grind var funnin í Vestmannasundi. Grindin var rikin inn á Vestmanna, har hon skuldi haldast til. Júst tá vóru 9 mans frá EIA har, teir ætlaðu at leggja upp í drápið og flotaðu tí ein gummibát. Gummibáturin hjá EIA sigldi yvir til grindaformannin og EIA fólkini greiddi honum frá at Vestmanna var ein ring hvalvág, og um hann helt grindini til í Vestmanna, breyt hann lógina. Eftir einum tíma gav formaðurin boð um at byrja drápi. Í somu løtu løgdu EIA-fólkini í gummibátinum seg framman fyri grindina, ið broytti kós og fór útaftur. Nú spann øði í grindamenninar, sum royndu at forða EIA-fólkunum í at gera ónáðir. Teir fingu fatur á gummibátinum og formansbáturin dróg hann síðani við sær longur burtur frá grindini. Vestmenningar fingu tá tamarhald á grindini, sum vendi innaftur. Formaðurin gav einum øðrum báti formansflaggið, so drápið kundi byrja. Seinni kom løgreglan eftir EIA-fólkunum og førdi tey til Havnar. Tey høvdu forðað vestmenningum í at drepa grind á lógligan hátt. Um hendan tilburð hevði Watson eisini frætt, og var hetta júst nakað fyri hann og hansara felagsskap. Eftir at hava verið í Føroyum í 10 dagar fór Sea Shepherd av aftur landinum, ikki kann sigast, at Watson hevði fingið nógv burtur úr á hesum sinni. Watson kendi allar snildir til tess at fáa umrøðu í altjóða fjølmiðlum, og tað fyrsta hann gjørd, tá hann var afturkomin til Bretlands var at seta seg í samband við altjóða fjølmiðlar. Watson reypaði óført, og yvirskriftir sum “Ongin hvalir deyðir, meðan Sea Shepherd var í Føroyum” sóu dagsins ljós. Veruliga orsøkin var, at ongin grind var um tað mundi.
Sea Shepherd kemur til Føroyar á øðrum sinni
Týrsdagin 17. juni 1986 kom Sea Shepherd í Nólsoyarfjørð, nú var hann málaður ljósagráur og líkist heilt nógv Ólavi Halga, árið fyri var hann svartur. Tað sást á øllum brøgdum, at Watson hesuferð ætlaði at fáa meiri burturúr enn ári fyri. Mikudagin 18. juni vóru løgreglumenn umborð á Sea Shepherd og boðaðu Watson frá, at hann skuldi halda seg uttan fyri 3 fjórðingar úr landi (3 fjórðingar markið er tollmark). Onkur av teimum, sum vóru umborð segði, at tað var so sum so við reinførinum umborð, annars var skipið sera illa útgjørt og var tað eitt ivamál, um tað yvirhøvur leyk altjóða treytir fyri, hvat útgerð viðvíkti.
Skipið var gamalt og tað tyktist ikki at vera í serliga góðum standi, hóast tað var málað fyri stuttum. Ikki var heldur serliga hugnaligt umborð, minti mest um Ólavur Halga í innrætting og útsjónd, og neyvan hevði nakar føroyskur sjómaður latið sær lynda at siglt við slíkum skipið.
Longu 19. juni kom tað til samanbrest millum løgregluna og part av manningini á Sea Shepherd. Tað byrjaði við, at tveir skjóttgangandi gummibátar av slagnum “Zodiacs” komu at landi á Kongabrúnni. Fútin var avgjørdur, og boðini vóru greið: Fólk, ið koma til landið ólógliga, og sum hartil bert høvdu til endamáls at bróta landsins lógir og skipa fyri yvirgangi, eiga skjótast gjørligt at verða burturvíst. Tey sjey fólkini, ið komu á land uttan landferðarloyvi, vóru beinanvegin handtikin og hald var lagt teir báðar bátarnar. Nakað av rumbli stóðst av handtøkuni, Sjónvarp Føroya var á staðnum, og tey flestu munnu ivaleyst minnast myndirnar, har ein politistur leyp niður í bátin og handtók ein av umhvørvismonnunum og hesin rópti, at hann var amerikanskur borgari. Hann helt kanska, at hann fór at fá serviðgerð av tí grund. Fólkini sótu í nakrar dagar í varðhaldi, men vóru síðani leyslatin og víst av landinum. Nøkur valdu at fara av landinum við flogfari, meðan nøkur sluppu umborð aftur á Sea Shepherd. Tann eini var stýrimaðurin Nick Taylor, og uttan hann kundi Sea Shepherd ikki siglt, tí Watson var einsamallur navigatørur umborð og minsta mark er tveir. Hin var amerikanski borgarin, sum rópti upp undir handtøkuni á Kongabrúnni, hann kallaðist Rod Coronado og var dekkari.
Sea Shepherd rýmir úr Føroyum men kemur aftur
Eftir at hava tingast við mynduleikarnar í nakrar dagar ger Watson av at fara úr Føroyum. Mikukvøldið 22. juni fór Sea Shepherd suður av Munkagrunninum og sigldi í ein landsynning. Hetta upplýsti Vaktartænastan, sum hevði ein varhuga av, at hann ætlaði sær til Scrabster í Skotlandi at gera skipið út av nýggjum. Watson hevur sagt, at tað í mesta lagi fór at ganga 10 dagar til Sea Shepherd aftur var í Føroyum. Og soleiðis kom at ganga: 8 dagar seinni var Sae Shepherd aftur í Føroyum við Watson sum skipara. Teir høvdu verði í Scrabster og gjørt skipið út av nýggjum og sama manning var umborð sum fyrru ferð. Alt skipið var nú inngirt við píkatráði til at gera tað torførari hjá løgregluni og vaktartænastuni at leggjast at borði. Harafturat var píkatráður spentur millum mastrarnar, so ongin møguleiki var at taka skipið frá luftini. Løgreglan royndi nú fleiri ferð at taka Sea Shepherd og var Ólavur Halgi brúktur til hetta endamál. Striltið gekk og hósdagin 10. juli var í 16-18 tímar roynt at fáa fatur á
skipinum, uttan at tað eydnaðist. Orsøkin var helst, at Ólavur Halgi var ov illa útgjørdur, og at teir tríggir gummibátar umborð ikki gingu skjótari enn Sea Shepherd. Harafturat lá hann tætt við 3 fjórðinga markinum, so tað var skjót hjá honum at fara útum, har hann kundi fáa frið.
Olavur Halgi fór nú á Havnina at gera seg út av nýggjum. Fýra aðrir gummibátar, sum gingu dupult so skjótt sum Sea Shepherds, vóru nú tiknir umborð. Harumframt var manningarskifti og samstundis vóru 10 politistar settir umborð undir leiðslu av Jon Mortensen, varapolitikommiseri. Fútin hevði gjørt av, at Watson skuldi takast, um tað annars var møguligt at koma umborð – eisini um Sea Shepherd fór út um 3 fjórðingamarkið.
Alt hetta hendi fríggjadagin 11. juli, og sama morgun var Sea Shepherd sæddur inni á Gøtuvík, har ein grind hevði lagt beinini. Alt spældi tó friðarligt av og Sea Shepherd var liggjandi allan dagin eystan fyri Nólsoynna.
Ólavur Halgi og Sea Shepherd bresta saman
Um kvøldi kl. 19.30 kemur Sea Shepherd suður millum Stong og Eystnes, hann siglir tætt fram við molanum nakrar ferðir, har Ólavur Halgi liggur og riggar til. Tað tyktist, sum Watson vildi siga:”Kom og tak meg, eg eri klárur”, og eftir at hava siglt nakrar ferðir aftur og fram, setir hann kós móti Glyvursnesi og víðari suðuryvir. Kl. 23.30 er Ólavur Halgi klárur og loysur frá landi og setir somu kós sum Sea Shepherd. Kl. 03.10 síggja teir umborð á Ólavi Halga eitt ekkó á radarinum, tað vísir seg at liggja stilt ein slakan fjórðing innan fyri 3 fjórðinga markið eystur úr Akrabergi og lítla løtu seinni verður tað staðfest, at talan er um Sea Shepherd. Tá Ólavur Halgi var komin 2 fjórðingar frá Shepherd setir hesin ferðina upp og siglir í ein sunnan. Umborð á Ólavi Halga eru gummibátarnir klárir at seta út og longu kl. 03.20 er fyrsti gummibáturin komin í sjógv og ganga tað 10 minuttir til 3 gummibátar eru settir út. Teir eru mannaðir við einum bátaførara hvør á hvørjum báti av manningini á Ólvai Halga umframt 9 politistum. Leiðarin hjá politinum, Jon Mortensen, var verandi umborð á vaktarskipinum til at samskipa átakið.

Eftir hetta verður fjórði gummibáturin settur út, mannaður við tveimum monnum. Hesin bátur skuldi hava til uppgávu at vera “bakktroppur” t.e. at liggja aftan fyri Sea Shepherd um nakar av hinum trimum bátunum møguliga holvdist ella kom í aðrar trupulleikar skuldi hann veita hjálp. Tíverri fekk hesin báturin trupulleikar við motorinum so Ólavaur Halgi var noyddur at venda og taka hann inn aftur, og av somu grund øktist fjarðstøðan millum verjuskipið og Sea Shepherd, og var hetta tungt at taka inn aftur hóast maskinmeistarin, Albert Róin, sum í áravís hevði passað maskinuna, gav henni alt tað hon kundi og meira aftrat Tað tók teimum trimum gummibátunum hálvan tíma til at koma upp á síðuna av Sea Shepherd, tveir um stýriborð og ein um bakborð. Samstundis kallar vakthavandi á Ólavi Halga, yvirstýrimaðurin Kári Horn, á Sea Shepherd og gevur honum hesi boð: “You are under arrest, will you please stop your engine rigth now.” Watson svarar aftur beinanvegin: “ You think so-ha-ha-ha“.

Ferðin hjá Sea Shepherd var nú komin upp á 12-13 míl, mátað umborð á Ólavi Halga, sum sigldi við somu ferð, so munurin millum skipini var verðandi tann sami, 2 fjórðingar. Tá teir trýggir gummibátarnir komu upp á síðuna á Sea Shepherd vísti tað seg, sum um Watson var tikin á bóli. Hann var jú vanur við at kunna sigla undan í slíkum føri, men hesir bátarnir vóru sjóttgangandi og kundu sigla kring skipið, um teir løgdu í. Nú føldi Watson seg undir trýsti og handlaði hareftir. Skipið var jú, alt sum tað var, inngirt í píkatráði, so har var ikki hugsingur um at koma umborð. Tað fyrsta, íð hendi var, at teir umborð á Sea Shephar stoyttu bensin á sjógv, og síðani var eitt neyðbluss kasta í bensinið fyrri at festa í, men tað miseydnaðist. Annars var vatn alla tíðina sprænt eftir bátnum, og eisini varð roynt at tvinga Sea Shepherd at broyta kós ella slakka við at sigla frammanfyri, men alt til fánýtis. Hann hvørki slakkaði av ella broytti kós og tyktist líkaglaður, um hann sigldi bátarnar niður ella ei.
Bátarnir tóku nú seg longur aftur og yvirav Sea Shepherd í eini roynd at kasta táragassgranatir inn á dekkið og tað eydnaðist at fáa 3 granatir inn á dekkið, tann fjórða fór í havið. Táragassið gjørdi ikki nógv um seg, tí eisini her var Watson fyrireikaður, ; manningin var øll í gassmaskum og eisini høvdu teir leðurhandskar, so teir kundi taka granatirnar og kasta tær í havið. At fjórða granatin ikki kom inn á dekkið var tí, at nú var Watson byrjaður at skjóta við línuriflu, soleiðis at línan var skorðin burtur, so bara rakettin var skotin. Ein av hesum rakettum rakti ein av bátunum, men tað var so heppið, at rakettin rakti eitt skoyti á bakborðsbógvi, har báturin er sterkastur og gleið samstundis í havið. Hvør bátur hevði 60 litrar av bensin innanborða, so hevði rakettin rakt ørðvísi kundi hann verðið sprongdur í luftina.
Politistaliði hevði maskinbyrsu umborð, sum lógu niðri í bátinum alla tíðina. Tær vóru tó ikki brúkar, men í tí føri har tað gjørdist neyðugt, kundi verið øðrvísi.
Vanligt er at skip av hasum slagnum hava 3-4 línukastitól, talan er um eitt tól, sum skjýtur eina rakett við einari línu í sambandi við neyðstøðu. Av hesum rakettum skjeyt Watson 40-50 eftir bátunum, tíbetur rakti ongin av hesum, teir sigldi skiftandi kós alla tíðina til at skáka undan. Ætlanin hjá Watson við at brúka hetta slagi av vápni varð at línan skuldi koma um skrúvuna á bátunum, so teir steðgaðu, men alt til fánýtis. Nú var royndur annar taktikkur sum var, at bátarnir sigldu framman fyri Sea Shepherd og slepti nakað av troli út við tí endamáli at tað skuldi koma um skrúvuna, men hetta eydnaðist heldur ikki .
Nú herdi Watson álopi við at kasta sokallaðar “skruptussir”, mest at samanlíkna við sólirnar, brúkar verða á nýggjárinum. Tær snurra runt, eru gjørdar úr løttum metalli, og tá tendrað verður í tær, so fara tær í tann rætning, tær vera sleptar. Verður ein raktur av slíkum vápni, býður ikki bøtur, við at tær skera og flensa alt upp alt, ið fyri er.
Klokkan seks morgunin eftir at bátarnir høvdu jagstrað Sea Shepherd stívliga í 3 tímar, vóru menninir tiknir umborð aftur á Ólav Halga, sum tó helt fram við at elta Sea Shepherd til klokkan 09.00, og tá vóru skipini komin stíkvar 70 fjórðingar suður úr Akrabergi. Ólavur Halgi vendi nú við og setti kós móti Havnini, har hann kom seinnapartin 12 juli 1986.
Heimildir:
Dimmalætting 1985-86
Dagblaðið 1985-86
Paul Watson:My Fight for Whales and Seals
Jon Mortensen, varapolitikommiserur.
