Tíðindaskriv
Danska stjórnin vil gera broytingar í ríkisfelagsskapinum. Tað kom fram undir orðaskifti í fólkatinginum í dag, har eg reisti málið um sjálvsavgerðarætt í málum, sum viðvíkja Føroyum.
Eg vildi vita, um danska stjórnin er sinnað at tryggja, at endaligar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum verða tiknar í Føroyum.
Mette Frederiksen svaraði heilt greitt ja, og hon legði afturat, at danska stjórnin ger alt hvat hon kann fyri at tryggja, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, WTO og í IOC.
Í føroyska samgonguskjalinum stendur, at Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum. Danska stjórnin hevur eisini skrivað í sítt samgonguskjal, at í altjóða viðurskiftum skal einki avgerðast uttanum Føroyar og Grønland.
Góð ting eru fest á blað í danska samgonguskjalinum, og ætli mær syrgja fyri at samgonguskjalið verður framt í verki.
Tí spurdi eg forsætisráðfrúuna um avgerðarætturin hjá Føroyum kann verða settur í ein fastan karm, sum tryggjar, at Føroyar veruliga hava avgerðarættin í uttanríkis- og verjumálum.
Mette Frederiksen sigur, at hon vil hava eitt tætt samstarv við føroyska landsstýrið hesum viðvíkjandi.
Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
