Tíðliga í morgun fekk Eysturoyarportalurin eina uppringing frá einum bónda við Gjógv, um at ein sera sjálvdsamur seyður var sæddur norðalaga í Ambadali.
Bóndin kundi upplýsa, at hann var gingin fram á hendan fremmandan seyð, tíðliga í lýsingini í morgun. Hann helt seg eisini kunna síggja, at eitt lítið fylgi av sama seyði, gekk nakað omanfyri í homrunum.
Bóndin, sum vil helst vil verða ónevndur, helt seg kenna seyðaslagið aftur, tí tað líktist heilt nógv útdeyða seyðaslagnum í Lítlu Dímun sum var avtikið í 1860inumn.
Hesin dímunarseyður var seinasti upprunaseyðurin í Føroyum (Helt man áðrenn dagin í dag).
Seyðurin sigst at hava yvirliva sum útilagstur (villur) seyður á Lítlu Dímum tí at oyggin var kongsjørð og ongin festari var. Oyggin var sett til sølu í 1850, og keyptu hvalbingar og sandvíkingar oynna. Nøkur ár seinni avtóku teir frumseyðin, tað sum ikki fekst í rætt varð skotið. Tríggir av hesum seyðum eru á Føroya Fornminnissavn, veðrur, ær og lamb.
Men eisini í Ambadali, um trúgvast skal bóndanum frá Gjógv.
Bóndin var tó so heppin, at hann fekk eina nærmynd av seyðnum hendan góðveðursmorgun 1. apríl.
Deil á Facebook