Havstovan
Jákup Sverri kom týsdagin 12. mai aftur á Havnina av sildakanningum norðanfyri, eftir at hann og íslendska havrannsóknarskipið, Þórunn Þórðardóttir, fylgdust út av Havnini við túrbyrjan tann 30. apríl (sí her).
Nakað av sild var at síggja í íslendskum og føroyskum sjóøki – so langt suður er eldra sildin annars ikki komin síðstu árini. Nakað av 5 ára gamlari sild (2021 árgangurin) sást – serliga eystast í kanningarøkinum, men umleið helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.

Svartkjaftur var bara at fáa við hellingarnar á Íslandrygginum og Landgrunninum og eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. Mesta av svartkjaftinum var 1 og 2 ára gamal, men eisini nakað av 3-5 ára gomlum var uppií.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.
Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.
Les túrfrágreiðingina her.
