Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.04.2023 19:40

Siglitúr við Ocean Rainforest á Mentunarvikuni

Mynd: Ocean Rainforest

-Kom ein siglingartúr og síggj taraalingina hjá Ocean Rainforest! Soleiðis sigur felagið á heimasíðu síni.

Í samband við Mentunarvikuna hjá Runavíkar kommunu skipa Ocean Rainforest fyri siglitúri út á taraaliøki hjá felagnum. Ætlanin var upprunaliga at verða á Funningsfirði, men vegna høgættina verður tað á Gøtuvík ístaðin. Siglt verður av Norðragøtu mánadagin 24. apríl kl. 15.00 og kl 16.00.

Undir túrinum verður bjóða brellbitar við taraúrdráttum.

Tilmelding á: kristina@oceanrainforest.com ella á tlf: 509900.