Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.11.2022 08:43

SÍ á odda, men Fleyr ætlar meira

Líkt er til, at Føroya Tele-deildin hjá kvinnum verður ein kapprenning millum Fleyr og SÍ. SÍ liggur á odda, men Fleyr er bert eitt stig aftanfyri og Fleyr hevur ein dyst til góðar í mun til SÍ.

Støðan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:

SÍ 18 stig (7 dystir)
Fleyr 17 stig (6 dystir)
TB 9 stig (5 dystir) 
Dráttur 7 stig (7 dystir)
Mjølnir 6 stig (6 dystir)
KÍF 5 stig (5 dystir)
Ternan  1 stig (6 dystir)


Tað sá onki serligt úr hjá SÍ kvinnunum í summar. Talan var um stóra frágongd síðani síðsta kappingarár. Iuliia Kuvshinova og Tóta Búadóttir fóru til Fleyr, Maria Sarita Lorenzen fór til Drátt, og síðani hava drúgvir skaðar darvað fleiri leikarum. SÍ fekk síðani styrk í Svitlanu Shvanska úr Ukraina, og seinni Saru Hasku úr Albania. Umframt hetta hevur SÍ eina røð av ungum evnaríkum landsliðsleikarum sum Jannu Falkvard og Sofíu Weihe Simonsen. SÍ hevur tí megnað at hildið seg á oddanum av kappingini saman við Fleyr, sum er einasta liðið, sum hevur vunnið á SÍ.  

Fleyr
Føroyameistarin Fleyr hevur higartil vunnið allar sínar dystir í kappingini, tó at fyrsta stigið varð mist í 3-2 sigrinum á Mjølni seinasta leygardag. Fleyr hevði stóra frágongd í steðginum, har m.a. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig og Hanna Biskupstø fóru til danskan flogbólt, og Sarah Frings fór aftur til USA. Í staðin fyri at taka leikbrá á oddanum av flogbóltinum, tryggjaði felagið sær ístaðin besta leikaran í føroysku kappingini seinastu árini, Iuliiu Kuvshinova, og nýggjan hevara, Tótu Búadóttir, báðar úr SÍ. Haraftrat kom Óluva Mohr úr KÍF. Umfamt hetta hava landsliðsleikarar, sum Kristina Knudsen, og ungir leikarar, sum Emma Michala Sannino og Helena Skylv Hansen, víst sínar dygdir.

TB
Tilfarið í stoypiskeiðini hjá venjaranum Arthuri D. Poulsen er betri, enn tað leingi hevur verið hjá TB. Sum altíð hevur TB nógvar ungar leikarar, sum eisini eru á landsliðunum – í løtuni serliga Jóhanna Christiansdóttir, Bjørk Brujn og Ranja Magnussen. Saman við royndum leikarum, sum Sólvá Dimon og úrmælinginum Arianu Pereyra Gonzalez úr Argentina, kann TB geva einhvørjum liði dygga mótstøðu – serliga á heimavølli. Tað er ivasamt, um TB rættiliga hevur styrkina at røkka einum finaluplássi í ár, men við tveimum dystum til góðar í mun til SÍ hevur TB møguleikan fyri at nærkast Fleyr og SÍ í oddinum. Kann TB leggja aftrat góðu gongdini, so eru útlit til, at tað aftur kann fara at gerast heilt stuttligt á Tvøroyri – sum í 2017, tá TB vann steypakappingina seinast, ella í 2015, tá TB var Føroyameistari.  

Dráttur
Dráttur segði í steðginum venjaranum Ragnari í Haraldstovu farvæl – hann er farin til Mjølnir. Á venjarasíðuni kom Eszter Sántosi-Tóth úr Ungarn, sum leikandi venjari, og harumframt kom Maria Sarita Lorenzen úr SÍ. Eftir steðg frá flogbólti er Anna Súnadóttir Hansen byrjað aftur, men hinvegin er stórur saknur í Ruth Albinsdóttir, sum ikki er við í ár. Higartil hevur gingið heldur striltið hjá liðnum, og ilt er at síggja, at Dráttur kann taka kappingina upp við Fleyr ella SÍ um pláss í finaluni um FM-heitið í ár. Møguliga síggja tær møguleikan í steypakappingini.

Mjølnir
Mjølnir tóktist at satsa nakað til hesa kappingina við nýggja venjaranum Ragnari í Haraldstovu. Umframt hetta, so hevur Mjølnir fleiri landsliðsleikarar – Sirið Samson, Onnu Arnholdsdóttir og Amandu Niclassen. Enn hevur hetta ikki rættiliga kastað tey nógvu stigini av sær. Møguliga tí Fleyr og SÍ hava satsað meira. Spennadi verður tó at síggja, um evnaríka Mjølnir-liðið vinnur seg longur fram seinni í kappingini, ella um tær fara at gera seg galdandi í steypakappingini.

KÍF
Ætlandi skuldi KÍF styrkja seg munandi til hetta kappingarárið, men av einihvørji orsøk bleiv hetta av ongum. KÍF er sterkt á venjarasíðuni við Kristiani Mikkelsen og hevur umframt hetta landsliðsleikarar sum Milju Silvansdóttir og Jakobinu Joensen. Fyrstu 4 dystirnar eru tó einans 5 stig komin til høldar. Við einum og tveimum dystum til góðar, í mun til summi av hinum liðunum, er kortini stutt hjá KÍF at klintra upp á bronsuplássið, men tó er langt upp til Fleyr og SÍ.

Ternan
Ternan er nýtt lið í bestu kvinnudeildini og gevur hinum liðunum harða mótstøðu við Iani Dam á odda, sum venjara, og eitt av essunum hjá honum er afturkoman av Birgit Guttesen, sum longu aftur telist millum bestu leikararnar í Føroya Tele-deildini, so spennandi verður, tá nýtt landslið í næstum skal takast út til Silver League kappingina í mai og juni 2023. Ternan vann sær higartil einasta stigið í 3-2 tapinum fyri KÍF, men væntast kann, at tá Ternan vinnur fyrsta dystin, koma aðrir sigrar honum á baki. Óføra ungdómsarbeiðið hjá Ternuni ger, at ongin ivi er um, at næstu árini verður Ternan eitt av liðunum, ið roknast skal við í landskappingunum.

Í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum er trupult at síggja nakran hótta eina finalu ímillum Fleyr og SÍ – ímillum Iuliiu og hennara fyrrverandi felag, SÍ.

Tvey av ungu stjørnuskotunum hjá TB: Bjørk Lünell Bruhn og Ranja Jóhannesdóttir Magnussen

Sofía Weihe Simonsen, ein av ungu landsliðsleikarunum hjá SÍ