Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.07.2024 13:02

Setanin av OL 2024: Ein beinleiðis háðan av kristnum?

Trúboðin

Stórsligna olympiska setanin í París 2024 fríggjadagin hevur skapt øsing millum kristin kring allan heimin. Tað, ið skuldi vera ein festlig byrjan til størstu ítróttarhending í heiminum, er vorðin ein miðdepil fyri atfinningum og øsing frá kristnum kring heimin. Mitt í litríku setanini var ein leikpallur, ið nógv hava sæð sum ’woke propaganda’ og ’vanvirðandi’ móti kristnum.

Ein háðan móti tí heilaga

Undir setanini sóust ein røð av leikarar, herundir fleiri drag queens, við eini serstakliga seksualiseraðari framførslu av tí, sum sá út ein tilvísing til Jesus og hansara lærusveinar til tí seinastu kvøldmáltíðina, sum avmyndað í kenda málninginum eftir Leonardo da Vinci.

Mitt á pallinum stóð ein kvinna við einum stórum silvurklæði um høvdið, ið líktist einum halgiboga, meðan litríku persónarnir kring hana tóktust vera í djúpari samtalu – ein týðulig tilvísing til Jesu seinastu máltíð við sínum lærusveinum.

Atfinningarnar komu skjótt. Katólska kirkjan í Fraklandi fanst at leikmyndini: 

– Setanin hevur tíverri innihildið myndir av háðan og spottan av kristindóminum, sum vit stórliga harmast um, siga fronsku biskuparnir í eini útmelding. 

Shane Pruitt, leiðari fyri Next-Gen evangelismu hjá North American Mission Board vísti sína vreiði á X (fyrrv. Twitter): ”Ikki bert eru kristin tey einastu, sum tað er sosialt góðtikið at spotta … tað verður eisini fagnað og sett í miðdepilin, tá tað hendir.” Hann minti eisini á Jesu orð í Jóh. 15,18: ”Um heimurin hatar tykkum, tá skulu tit vita, at hann hevur hatað meg undan tykkum.”

Soleiðis sá leikpallurin út undir setanini í París. Mynd: TV 2
Her sæst kenda listaverkið eftir Leonardo da Vincis, sum hann málaði í árunum 1495-1498. Mynd: Leonardo Da Vinci
Atfinningar kring allan heimin

Framtraðkandi konservativar røddir sum franski politikkarin Marion Maréchal fordømdu setanini á sosialum miðlum. Maréchal segði, at framsýningin ikki umboðaði Frakland, men ein provokerandi minniluta á vinstra vonginum.

Hennara italski samstarvsfelagi, Matteo Salvini, legði afturat: ”At seta olympisku leikirnar við at fornerma milliardir av kristnum kring heimin var ein vánalig byrjan, góðu fraklendingar. Skitið.”

NFL-leikarin Harrison Butker endurgav Galatabrævið 6,7-8 og ávaraði um, at Gud ikki letur seg spotta, meðan poddvarps-verturin Clint Russel vísti á tað vitleysa í at skifta Jesus og hansara lærusveinar út við menn í ’drag’til eitt altjóða tiltak sum hetta.

Amerikanski senatorurin Marco Rubio og aðrir framtraðkandi persónar sum Lila Rose, stovnari av Live Action, og Kristen Waggoner, forseti fyri Alliance Defending Freedom, tóku undir við atfinningunum. Waggoner skrivaði: ”Tað eru milliardir av kristnum kring heimin –– kristin sum koma at kappast til olympisku leikirnar. Hendan háðan er frástoytandi.”

Ein áheitan um virðing

Hendingin til OL 2024 setur spurning við, hvussu vit eiga at fara um tí gávu, sum vit rópa talufrælsi. Eins og við øllum øðrum her í lívinum skal talufrælsi nýtast við kærleika, virðing og umsorgan. Annars ber tað ongan veg.

Katólski gudfrøðingurin og rithøvundurin á thecatholicnetwork.co.uk, Joseph Kelly, vísir á, at kristin standa við eini avbjóðing í at javnviga millum at verja sína trúgv og vísa tolsemi fyri øðrum, meðan tey samstundis vænta virðing fyri síni egnu sjónarmið. Niðurstøðan hjá Kelly er, at kristin skulu vera betur til at vísa sína trúgv í almenna rúminum á ein virðandi hátt, meðan samfelagið skal liva upp til sítt krav um tolsemi.

Um hetta tolsemi skal standa sína roynd, má tað eisini umfata virðing fyri kristnum. Í løtuni sær tað út til, at woke-rørslan, ið serliga hevur røtur í politiska vinstravonginum, misbrúkar sítt talufrælsi og støðu til at skapa størri spjaðing í samfelagnum. Hesa avleiðing hava vit longu sæð í USA, og við tí lítilsgerð kristnum, sum vit vóru vitni til við OL setanini, mugu vit siga, at tað eisini eru rættiliga nógv kristin í Europa, sum kenna seg stoytt og háðaði.