Nes kommuna skrivar á heimasíðu síni, at í morgun varð farið undir at seta nýggj vindeygu í Mathiasa Pakkhús, sum verður nýggja Undirhúsið á Toftum. Allan við Rætt og Pól Sondum seta vindeyguni í.
Nes kommuna hevur gjørt avtalu við Undirhúsið um at innrætta almenn wc í kjallaranum. Hetta arbeiðið ger Jóhan S. Jensen.
Myndir: Nes kommuna
Deil á Facebook