Mynd: Leguhúsið í Nesvík
Leygarkvøldið 3. desember kl. 19.00 bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til sangkvøld í høllini í Leguhúsinum í Nesvík.
Á skránni verður felagssangur við manskórinum úr Thabor í Fuglafirði, har teir góðu, kendu klassikararnir úr Missiónssangbókini verða sungnir.
Skráin:
- Góður felagssangur.
- Jørgen Andreasen, trúboðari, hevur eina andakt.
- Pól Johannessen, trúboðari, greiðir frá um gevaratænastu.
- Andrias Magnussen, aðalskrivari, greiður frá arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.
Aftaná sangtiltakið verður kaffi og te at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Deil á Facebook