Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.04.2026 19:55

Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn bara renning

Tíðindaskriv

Nú nærkast til 23 mai tá Sandoy Hálvmaraton er á skránni. Aftur í á er møguliga at velja millum tríggjar teinar, sum allir kunnu rennast ella gangast. 

Teinur 1 sum er Hálvmaraton teinurin, er 21,1 km og er hann runt byrgdina á Sandi, til Søltuvíkar og aftur og runt Sands vatn, enda verður sama stað har byrja verður við kommunuskrivsstovuna á Sandi.

Teinur 2 er til Søltuvíkar og aftur, hesin teinurin er 10.9 km

Teinur 3 er runt Sands vatn, hesin teinur er 6,8 km.

À øllum teinunum eru postar við vartn og frukt til allir luttakarar.

À málinum fáa øll heiðursmerkir og ábit frá Mowi. Eisini er eitt stórt hoppiland, úti café, matsøla og livandi tónleikur har millum annað Bjarki V Trondesen fer at framføra.

Hvør hevur ikki hoyrt um Sandsvatn, Gróthúsvatn, Sandafløttin, Søltuvík og onnur vøkur støð á Sandi? her hevur tú møguleikan at uppliva øll á sama túrið.

Hetta er ein dagur fyri øll, tann seriøsa rennaran – familjuna – arbeiðsplássið – og annars øll sum vilja verða við til eitt hugnaligt tiltak.

Møguleiki at melda til er á atgongumerki.fo