Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2026 13:53

Saman um rúsøkið: Vitanardeiling og kjak um rúsøkið í Føroyum

Tíðindaskriv/ Títt Rúm

Fríggjadagin 28. mai 2026 bjóðaði Títt Rúm fakfólkum frá ymiskum tilboðum á rúsøkinum í Føroyum til felags áhugadag undir heitinum “Saman um rúsøkið”. Endamálið við degnum var at skapa eitt fakligt rúm til at deila royndir, umrøða dygdir og avbjóðingar og seta orð á, hvussu rúsøkið kann mennast frameftir.

Í kjakinum varð dentur lagdur á, hvussu borgarar, sum stríðast við rúsbundni, og avvarðandi teirra uppliva hjálpina í dag. Luttakararnir umrøddu, hvat hevur týdning fyri, at menniskju verða væl loftað, og hvat kann forða fyri, at tey fáa røttu hjálpina til røttu tíð. Eisini varð tosað um, hvussu tilboðini kunnu gerast meira sjónlig, atkomulig og betur samskipað sigur Helena Bjellvåg, sálarfrøðingur hjá Títt Rúm.

Tiltakið vísti týðiliga, at rúsøkið í Føroyum er borið av dugnaligum, eldhugaðum og ábyrgdarfullum fakfólkum, sum hvønn dag gera eitt týdningarmikið arbeiði fyri borgarar og avvarðandi í truplum lívsstøðum. Ein afturvendandi niðurstøða var, at hjálpin má vera grundað á menniskjaligar førleikar sum virðing, umsorgan, støðufesti og vón. Umframt hetta er fakligheit altíð í miðdeplinum. 

Á degnum varð eisini umrøtt, at rúsøkið eigur at virka sum ein samanhangandi eind av ymiskum virðismiklum tilboðum. Gott samstarv krevur, at tilboðini kenna hvønn annan, samskifta greitt og taka felags ábyrgd, so borgarin ikki stendur einsamallur, tá rætta hjálpin skal finnast, sigur Paulina við Skipá, sálarfrøðingur hjá Títt Rúm. Við “Saman um rúsøkið” varð sett orð á bæði tað, sum longu ber til, og tað, sum krevur framhaldandi arbeiði og vónandi verður ein partur av rúsøkinum í Føroyum í framtíðini.

Vónin er, at dagurin verður byrjanin til enn meira samstarv, vitanardeiling og felags ábyrgd á rúsøkinum – til gagns fyri tey, sum stríðast við rúsbundni, og fyri teirra avvarðandi.