Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2024 14:33

Saman eru vit sterk

Lesarabræv

Í dag er 1. mai, altjóða stríðsdagur løntakaranna.

Í dag minnast vit tey, ið hava slóðað fyri. Vit minnast tey, sum hava vunnið okkum rættin til løn undir sjúku, barsilsrættindi, at halda feriu og aðrar ágóðar, sum vit ofta taka sum eina sjálvfylgju.

Í dag seta fakfeløgini orð á viðurskifti, sum vit halda hava týdning fyri løntakararnar. Í dag minna vit hvønn annan á, at einki kemur av sær sjálvum, og at tað, sum vunnið er, skal verjast.

Eg vil tí nýta høvið til at hugleiða eitt sindur um, hví vit løntakarar og fakfeløg skulu standa saman.

Fakfeløg kring heimin hava altíð staðið fremst í stríðnum fyri grundleggjandi mannarættindum og sosialum rættvísi. Frá stríðnum um ein átta tíma arbeiðsdag til at banna barnaarbeiði, frá lóggávu um trygt arbeiðsumhvørvi til rættin at samráðast kollektivt um løn, hava fakfeløgini tryggjað betri kor fyri limir sínar og familjur teirra, og hava harvið tryggjað eitt betri og javnari samfelag.

Hóast vit í dag gleðast um vunnin rættindir, mugu vit ásanna, at vit enn hava nógv at stríðast fyri. Hóast rættindir eru vunnin, kunnu tey skjótt hvørva, um vit ikki halda fast. Vit mugu tí halda á við stríðnum fyri betri sømdum og hóskandi lønum, eitt óendaligt stríð, sum í veruleikanum ongantíð kemur á mál. Risastóri prísvøksturin seinastu trý árini á 17% hevur lagt trýst á keypiorkuna hjá okkara limum, og her hava vit eina trupla uppgávu fyri framman, nú vit fara undir samráðingar um sáttmála og løn í heyst. Vit hava nógv at vinna inn aftur, skulu vit standa mát við prísvøksturin.

Eisini heldur stríðið um eina styttri arbeiðsviku fram. Vit hava í nógv ár talað fyri at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, og tað hevur eisini glett okkum, at politiska skipanin hevur lurtað eftir okkum, tá samgonguskjalið varð undirskrivað og 37 tíma arbeiðsvika var við í samgonguavtaluni. Málið er tó ikki rokkið enn, og hóast ikki nógv er at hoyra um tað longur, so stríðast vit enn fyri at stytta arbeiðsvikuna. Mál okkara er enn sum áður, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg.

Eftir mínum tykki er tað okkara skylda sum fakfeløg at tryggja øllum løntakarum arbeiðsumstøður og løn undir skipaðum viðurskiftum. Tað er umráðandi, at løntakarin stendur saman um fakfeløgini. Vit standa sterkari saman enn hvør sær, ongin ivi um tað. Okkara ynski er tí, at øll eiga at hava møguleika fyri at vera limur í fakfelag, tí ein og hvør stendur sterkari við einum fakfelagi í rygginum, sum kann tryggja teirra støðu, um illa vil til. Við teimum ógvusligu príshækkingunum, vit hava sæð, eru dømir um, at ikki øll hava pláss til limagjaldið í persónligu fíggjarætlanini, sum nú er undir stórum trýsti. Vit halda tí, at hetta er enn eitt argument fyri, at tað eigur at vera gjørligt at draga fakfelagslimagjaldið frá í skatti, júst sum føroyska arbeiðsgevarasíðan dregur sítt limagjald til arbeiðsgevarafelagið frá í skatti, og júst sum limir í fakfeløgum kring Føroyar kunnu gera. Tað er, eftir míni bestu sannføring, ikki rætt at gera mun á arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum á hendan hátt. Tað einasta rættvísa í hesum er at javnseta arbeiðstakararnar við at geva teimum møguleika at vera limur í fakfelagi, líkamikið hvør persónliga fíggjarstøðan er.

Jú, sanniliga hava fakfeløgini enn nógv at stríðast fyri. Um vit framhaldandi vilja eitt javnt og rættvíst samfelag, sum stríðist fyri rættindunum hjá løntakaranum, mugu vit hjúkla um fakfeløgini. Vit mugu standa saman um fakfeløgini. Vit mugu ásanna, at saman megna vit tað, ið vit ikki megna sjálvi. Samhaldsfesti hevur altíð verið grundarsteinurin undir fakfeløgunum og soleiðis fer tað altíð at vera. Saman hava vit styrkina at tryggja ein arbeiðsmarknað, har allir arbeiðstakarar verða viðfarnir við virðing og við rættvísi.

Latið okkum tí savnast á altjóða arbeiðaradegnum 1. mai og finna íblástur frá teimum, ið hava stríðst fyri rættindunum, sum vit í dag njóta gott av. Og latið okkum í felag finna styrkina at stríðast víðari fyri enn betri arbeiðs- og lønarviðurskiftum øllum samfelagnum at gagni.

Góðan 1. mai

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum