Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.10.2022 17:05

Sama sjabbið? Ella kanska royna okkurt nýtt?

Mynd: Bjarni Kárason Petersen

Lesarabræv

Nú stendur eitt fólkatingsval fyri framman, og enn einaferð skal føroyski veljarin í klivan at velja. Tað undarliga er við hesum valinum er at vit skulu velja tveir føroyingar í eitt annað ting enn okkara egna. Og hóast føroyingurin sigur seg halda sessirnir hava týdning, hevur valluttøkan til eitt fólkating søguliga verið sera lág, samanborið við løgtingsvalið í Føroyum, har vit velja okkara egna lóggávuvald. Men velja skulu vit.

Og tað er nokk í at velja. 6 flokkar stilla upp til fólkatingsvalið, og munnu tað eisini vera meira enn 70 fólk, ið bjóða seg fram. Men hóast fleiri eru um boðið, eru tað bert tveir persónar, ið koma gjøgnum nálareygað, tá ið atkvøðurnar eru taldar saman tann 31. Oktobur.

Hvør skal so sita í hesum sessinum? Tað er tað sjálvandi fyrst og fremst veljarin, ið kemur at avgera. Men hvat skal mann velja útfrá?

Miðlanir hava langt síðani avsagt sín dóm. Framsókn og Miðflokkin eigur mann ikki at umhugsa seriøst, og tað eru bert teir 4 stóru flokkarnir, sum eiga skulu eiga eitt pláss í tilvitinum, sambært miðlunum. Men noyðist tað at vera soleiðis?

Tí er valstríðið ikki tað sama, sum tað er hvørjaferð? Tú hoyrir ávísir flokkar tosa um “eina føroyska rødd á fólkating” (sum um ikki allir eru tað), og á hinari síðuni hoyrir tú um “samstarv og úrslit” (sum um allir ikki vilja tað). Summi royna seg við at tosa um mál sum onki hevur við fólkatingið at gera, meðan restin brúkar avmarkaðu orkuna uppá at skriva um hvat onnur siga og halda, og hví tað er skeivt. Og miðlanir skriva um javnstøðu, hálva ella fulla tíð, og spyrja hvønn statsministara vit peika á. Sjálvandi er hetta viðkomandi, men tað er lítið av veruligum politiskum innihaldi.

Tað er ikki nakað sum vekir tann heilt stóra íblástur. Tí skilji eg tað eisini væl, um veljarin fær lyndi til at halda at talan er um tað sama sjabbið sum seinast. Tí tað er tað í stóran mun. Valið hevur onki innihald, tí vit geva tí ikki innihald.

Tíðin er tískil komin til at spyrja seg sjálvan, um tað kanska hevði verið eitt hugskot at roynt okkurt nýtt. Okkurt annað. At velja onkran sum ikki ikki yvirlivir politiskt við at leggja eftir hinum, men heldur hugsavnar seg um at fortelja fólki, hvat mann sjálvur ætlar. At fara eftir bóltinum, heldur enn manninum.

Tað er júst hetta, sum eg ætli at leggja meg eftir hetta valstríðið. Eg fari sjálvandi at siga frá og kritisera, um onkur kemur við onkrum, sum eg ikki haldi vera skilagott. Men eg fari fyrst og fremst at fortelja tykkum, hvat EG ætli mær á fólkating, og hví eg haldi tað hava týdning. Tað ætli eg mær at deila við tykkum tær komandi vikurnar. Framsókn hevur eisini lagt fram eina valskrá, sum eg haldi vera sera viðkomandi fyri støðu Føroya í dag.

Sama sjabbið? Ella kanska okkurt nýtt? Tak kjansin og set krossin við Framsókn til fólkatingsvalið 31. Oktobur.

Bjarni Kárason Petersen

Fólkatingsvalevni fyri Framsókn