Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2025 21:37

Sæunn skrásett krabbameinstilburðir í 30 ár

Mynd: Heilsustýrið

Heilsustýrið

Í gjár skipaði Heilsustýrið fyri móttøku fyri Sæunn Ólavsdóttir Hansen í sambandi við, at hon 1. januar í ár hevði skrásett krabbameinstilburðir í Føroyum í 30 ár. 

Arbeiðið hjá Sæunn við at skráseta staðfestar tilburðir av krabbameini í Føroyum byrjaði 1. januar 1995, tá føroyska heilsuverkið yvirtók krabbameinsskrásetingina, sum frammanundan fór fram í Danmark. Hon starvaðist tá sum leiðsluskrivari á Landssjúkrahúsinum.

Samstundis sum hátíðarhildið varð, at Sæunn hevur arbeitt við krabbameinsskráseting í 30 ár, hevði hon eisini 35 ára starvsdag í føroyska heilsuverkinum.

Krabbameinsskráin varð flutt frá Landssjúkrahúsinum til Heilsustýrið at umsita 1. september 2023, og heitt varð tá á Sæunn um at fylgja við, soleiðis at haldast kundi fram eftir sama yvirskipaða leisti. Sæunn hevur sostatt starvast í Heilsustýrinum í hálvtannað ár, har hon hevur ment og lagt lag á skrásetingina. Arbeitt verður eisini við at nútímansgera og talgilda arbeiðsgongdir við skrásetingini.

Endamálið við at savna og goyma upplýsingarnar í Krabbameinsskránni er:

  • At gera hagtøl og frágreiðingar um útbreiðsluna av krabbameini í Føroyum.
  • Gransking innan krabbamein.
  • At greina krabbameinstilburðirnar fyri at kunna leggja til rættis í sjúkrahúsverkinum.

Heilsustýrið vil við hesum takka Sæunn fyri trúfesti í hesum virðismikla og týðandi arbeiðinum.