Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.12.2024 13:37

Runavík, Heiðarnar, Saltangará og onnur bygdarnøvn har á leið

Glyvrar, Saltangará, Heiðarnar, Runavík og Saltnes (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Grein eftir Eivind Weyhe

Úrtak

Í greinini viðger høvundurin nøvnini á teimum gomlu bygdunum Glyvrum, Toftum og Nesi og á teimum ungu bygdunum Heiðunum/ Saltangará, Runavík, Saltnesi, Rituvík og Æðuvík, sum allar eru í einum øki eystan fyri Skálafjørðin í Eysturoynni.

Sambandið millum gamlar markatalsbygdir og yngri niðursetubygdir í økinum verður lýst. Serligur dentur verður lagdur á at útgreina hvørji landafrøðilig økir nøvnini Runavík, Heiðarnar og Saltangará vísa til, og at tolka hesi nøvn.

Forliðið í Runavík verður tolkað sum annaðhvørt runi k. ‘gøltur’ ella run kv. ‘áarløkur’. Viðvíkjandi navninum Saltangará, sum í hvussu er síðan miðskeiðis í 19. øld vanliga hevur verið fatað sum eitt áarnavn og síðan eisini er blivið bygdarnavn, tekur høvundurin undir við Gösta Holm (1992) sum tolkar tað sum eitt upprunaligt økisnavn, *Salthandara ‘øki handan fyri Saltnes’.

Tað hevur verið navn á einum øki í haganum á Toftum, men gjørdist mitt í 19. øld navn á nýggjari búseting í haganum hjá Glyvrum, eisini nevnd Glyvraheiðar ella Heiðarnar ‘torvheiðar hjá Glyvrum’. Navnið Saltangará er sostatt flutt av Toftum til Glyvrar.

1 Bygdirnar í økinum

Ikki er altíð so lætt hjá fólki at halda skil á nøvnunum á bygdunum á eystara armi á Skálafjørðinum, og kanska serliga tá ið tað kemur til nøvnini RunavíkSaltangará og Heiðarnar. Hjá mongum tykist ivi vera um hvat øki hesi nøvn sipa til, og ivi hevur eisini verið um hvussu nøvnini skulu skrivast. Harumframt eru har í grannalagnum bygdirnar Toftir, Saltnes, Nes, Æðuvík og Rituvík. Í hesi grein skal verða roynt at útgreina hesi nøvn og at greiða uppruna teirra.

Fyrst er tað at siga at hesar bygdir eru ikki allar gamlar. Glyvrar, Toftir og Nes eru gamlar markatalsbygdir, t.e. tær hava havt búseting síðan í miðøld (og kanska fyrr) og hava gamlan bø við tilhoyrandi haga. Hinar eru allar niðursetubygdir í høgunum sum hoyra til hesar gomlu markatalsbygdir.

Taka vit tær norðanífrá, so røkkur markatalsbygdin Glyvrar frá Marknagarði, sum var mark móti Lamba (inni við Kópasker/Líkhellu), og út til Snaraløk, sum sigst vera mark móti markatalsbygdini Toftum. Svabo (1959: 1411) sigur at Glyvrar eru “en Gaard af 16 Marker Jord og en Have Part,” og eisini í Taxatiónsprotokollini (1873) er hagin nevndur undir einum og man tí hava ligið í felag, men í dag eru hagarnir fýra: Innan fyri GjónnaLeitishagiDalhagi og Hjallahagi (í staðarnavnauppskriftum frá uml. 1948 og 1958 er Leitishagi eisini nevndur Leitið, Dalhagi er nevndur DalurinÁ DalinumYvir á Dal og Glyvradalur, og Hjall(a)hagi er eisini nevndur Á Hjøllunum).

Um markatalsbygdina Toftir sigur Svabo (1959: 1411): “13 Marker Jord og en Have-Part.” Sambært Taxatiónsprotokollini (1873) eru 20 merkur á Toftum, og hagin liggur í tveimum: Yvir í Haga ella Rituvík (13 1/3 mørk) og Mýrarnar (6 2/3 mørk), men harumframt var eisini Húshagin, ið var húshagi hjá hinum báðum høgunum. Í dag eru hesir tríggir hagarnir skiftir sundur í fleiri sjálvstøðugar hagar, og teir báðir seinast nevndu, Húshagin og Mýrarnar, hava mark úteftir (t.e. suðureftir) móti markatalsbygdini Nesi við Neshaga.

Markatalsbygdin Nes á suðurendanum á Eysturoynni er 24 merkur innangarðs og 20 merkur uttangarðs, og Neshagi liggur í einum. Svabo (1959: 1410 f.) sigur: “Næs, som er Præstegaarden og Torkjilsheggjur, Annex-Gaarden (…), have 31 marker, hvoraf de 24 i en Have-Part, og de 7 i Tofte-Have.”

Mørkini millum hagarnar hava ikki altíð verið har tey eru nú. Á máliborðsbløðunum frá 1901 og 1941-43 (Føroyar 1:20.000) røkkur hagaparturin Yvir í Haga (Rituvík) heilt heim í Runavíkina, tí ein geiri av honum gongur oman ímillum Leitishaga á Glyvrum og Mýrarnar á Toftum, og mark millum teir báðar Tofta-hagarnar, Yvir í Haga og Mýrarnar, er ein á sum kemur av Innarahálsi og rennur út í Skálafjørðin. Við uttangarðsútskifting í 1982 blivu mørkini broytt, og hasin geirin av Yvir í Haga kom upp í Mýrarnar. So í dag røkka Mýrarnar norður at Glyvra-markinum, og Yvir í Haga er eystari. Annars hevur ósemja og rættartræta verið um markið millum Glyvrar og Toftir, og hon varð avgjørd við “Overlandvæsenskommissions- kendelse” í 1962, har glyvramenn fingu viðhald. Nøkur hús á markinum standa á grundstykkjum við tveimum matrikulnumrum, einum á Glyvrum og einum á Toftum.

Hóast stríð hevur verið um markið, nevna heimildir báði á Glyvrum og á Toftum Snaraløk sum mark. Í eini staðarnavnauppskrift av Glyvrum frá o.u. 1948 skrivar Ulf Zachariasen: “Snaraløk: Áin er mark millum Glyvrahaga og Toftahaga. Rennur í snúningum niðri við bakkan.” Napoleon Djurhuus (sum byggir á uppskriftina hjá UZ) nevnir hana í uppskrift frá 1958 báði Snaraløk og Snariløkur. Onkur uppskrift hevur Snaraløkur. Kortið frá 1990 (Føroyar 1:20.000) hevur formin Snaraløk, sum tykist vera tann vanligi talumálsformurin, fataður sum kvennkyn, meðan Snaraløkur og Snariløkur helst eru royndir at normalisera navnið. Í frásøgn hjá Matrikulstovuni frá marknagongu 7. desembur 1960 verður sagt at “Mýruhaga umboðini vístu markið at vera frá Runavík frá Gulakletti eftir á, teir kalla Snaraløk og aðrir kalla Gulaklettsá, og sum rennur undir niðasta veg umleið 15 m norðanfyri læknahúsini.”2 Kortini frá 1901, 1941-43 og 1990 (Føroyar 1:20.000) tekna øll markið at vera eitt vet uttan fyri Snaraløk og í eini nøkulunda beinari linju.

Myndin í hesum øki kann í dag tykjast heldur enn ikki fløkt, serliga um vit bera kommunusundurbýtið sum tað er í dag (2016), saman við tær gomlu markatals- bygdirnar. Í Nes kommuna eru bygdirnar Nes (325 íbúgvar), Toftir (790 íbúgvar) og Saltnes (120 íbúgvar).3 Í Runavíkar kommunu eru nógvar bygdir, harímillum Runavík (531 íbúgvar), Saltangará (984 íbúgvar), Glyvrar (368 íbúgvar), Rituvík (261 íbúgvar) og Æðuvík 104 íbúgvar).4 Rituvík, sum av fyrstan tíð var niðursetu- bygd Yvir í Haga á Toftum, er ikki partur av Nes kommunu, men hoyrir til Runavík- ar kommunu, og tað sama ger niðursetu- bygdin Æðuvík sum liggur í Neshaga.

Vit skulu fyrst hyggja at nøvnunum á teimum gomlu markatalsbygdunum og síðan at nøvnunum á niðursetubygdunum.

2 Gamlar markatalsbygdir

2.1 Glyvrar, Á Glyvrum
Hetta er bygd á eysturarminum á Skálafjørðinum, tætt við ta gjónna sum (sambært máliborðsblaðnum frá 1990 og uppskrift hjá Hammershaimb frá 1853) eitur Glyvragjógv. Staðarnavnauppskriftin frá o.u. 1948 sigur at “Bygdin hevur – óivað – navn av tveimum glyvrum, íð renna oman í bygdina: Stóragjógv og Lítlagjógv”. Íbúgvarnir verða nevndir glyvramenn.

Eldri skriftformar eru: Jb 1584 Gliffuerom. Debes (1673) Glibrum. Svabo (1781-82) GlibreGlivrarGlivre (og GlivreBøe). Born (1795) Glibre. Rafn (1832) Glifrar. Taxatiónin (1873) og Generalstaburin (1897)5 Glibre (Glivrar). Lexicon Færoense (1877-88) Glivrar. Máliborðsblaðið (1943) Glyvrar (tann danski formurin er ikki tikin við).

Navnið er ósamansett og inniheldur navnorðið glyvur h. ‘djúp kluft í fjalli, smágjógv, glývur’ (FO), norr. gljúfr h. Navnið verður brúkt í fleirtali, men tað hevur fingið tann sekundera hvørfalsformin Glyvrar í kvennkyni (hvørkikynsorðið eitur glyvur í eintali og fleirtali). Helst hevur bygdin einaferð hitið *At Gljúfrum, t.e. ‘við glyvrini’. Sum tað sæst í orðalýsingini av “glyvur”, kemur formurin glývur eisini fyri í føroyskum, m.a. í staðarnøvnum sunnanfjørðs. Um slíkt kyns- og bendingarskifti í staðarnøvnum hava fleiri skrivað, m.a. Haraldur Bernharðsson (2004), sí eisini Weyhe (2008).

2.2 Toftir, Á Toftum
Bygdin er við eystara munnan á Skálafjørðinum. Eldri skriftformar: Norske lensrekneskaper 1566-67 po Toffte. Jb 1584 Tofftum. Debes (1673) Tofte. Svabo (1781- 82) TofteToftiraa Toftun. Born (1795) Tofte. Rafn (1832) Toftir. Taxatiónin (1873) og Generalstaburin (1896) Tofte (Toftir). Íbúgvarnir verða nevndir toftamenn.

Navnið er ósamansett og inniheldur navnorðið toft kv. í fleirtali. Orðið verður í FO lýst sum ‘rapaðir húsaveggir, leivd av húsi el. bygningi, húsatoft’. Tann norrøna orðabókin hjá Heggstad (2012) hevur topt f. sum høvuðsform, við síðuformunum tópttupttómt. Merkingin í FO er tann einasta ið er kend í nútíðarføroyskum. Men í norðurlandamálum tykist orðið frá gamlari tíð at hava havt aðrar merkingar. Sambært greinini “Toften rundt” eftir P. Gam- meltoft (2002) hevur orðið kunnað merkt pláss 1) ið er væl egnað til búseting, 2) har búseting er, ella 3) har búseting hevur verið. Tað er tann triðja merkingin ið er livandi í føroyskum, men tað er ikki óhugsandi at hinar kunnu hava verið til í eldri tíð. Gammeltoft vísir til Fritzner, sum lýsir topt/tupt sum ‘Sted paa hvilket en Bygning opføres eller er opført’, og Gammeltoft metir at tann upprunaligi týdningurin av toft í føroyskum má hava verið ‘plads egnet til/hvor der står en bebyggelse’. Seinri hevur merkingin flutt seg til hana ið vit nú kenna, og hann vísir til Finn Jónsson, sum vil vera við at toft í íslendskum hevur broytt merking frá ‘grundmuren under et hus eller en gård, gårdssted’ til ‘tomt, ruin, vægge uden tag’, ella sum Finnur Jónsson sjálvur sigur (1907-15: 462): “Orðið merkir eiginlega grundvöllinn undir húsum eða bæjum, bæjarstæðið; þar af hefur leiðst hin síðari merking orðsins á Íslandi, þeir 4 veggir, er lykja um grundvöllinn, einkum veggur húss, er hevur verið rifið.”

Toftir er annars eisini navn á teirri bygdini sum í almennum høpi verður nevnd Norðtoftir, og kemur harumframt fyri í fleiri býlingsnøvnum og sum EL í bygdarnavninum Skálatoftir.

2.3 Nes, Á Nesi

Nes í Eysturoynni er stutt norður frá Eystnesi, tí syðsta nesinum á Eysturoynni, og man hava fingið navn av tí (Eystnes man hava verið nevnt Nes í nærumhvørvinum).

Eldri formar: Hundabrævið (1350-1400) a nesi. Jb 1584 Ness. Debes (1673) Næs. Svabo (1781-82) Næs. Born (1795) Næs (og nesið Øst Næs). Rafn (1832) Nès. Generalstaburin (1897) skrivar Næs (Nes). Íbúgvarnir verða nevndir nesmenn.

Navnið er ósamansett og inniheldur navnorðið nes h. ‘heldur langt og mjátt landøki sum stingur út í sjógv el. vatn’ (FO), norr. nes h. Nes er eisini bygdarnavn í Suðuroy og verður eisini brúkt sum nærnavn um Trøllanes á Kalsoynni. Navnið sipar til at bygdin er á einum nesi ella við eitt nes.

3 Niðursetubygdir

3.1 Saltnes, Í Saltnesi
Elst av niðursetubygdunum har á leið er Saltnes. Búsetingin er frá 1837. Taxatiónin (1873) sigur at traðirnar RoykheygurGrásteinsgerði og Skúlagerði vóru innlagdar av Húshaganum á Toftum og “bebos sum Udflytterbygd under Navnet Saltnæs (Saltnes).” Navnið hevur kortini verið kent fyri ta tíð; tað er nevnt á kortum í 18. øld, fyrst hjá Rasmusi Juel (1709-10) SaltNæs, Svabo (1781-82) Saltnees, Born (1795) Salt Næs. Generalstaburin sum máldi upp har í 1896, nevnir á kortinum í 1901 bygdina Saltnæs (Saltnes). Íbúgvarnir verða nevndir saltnesmenn.

EL er nes h. ‘heldur langt og mjátt landøki ið stingur út í sjógv el. vatn’ (FO). FL inniheldur navnorðið salt h. Saltnes hevur verið og er navnið á tí runda nesinum ið stingur út í Skálafjørðin millum Toftabygd og Runavík (Svabo nevnir tað fleiri ferðir).

Í Norra eru nógv dømir um navnið Saltnes. Um tey sigur O. Rygh (NG I: 322): “formodentlig efter den i gamle Dage paa mange Steder ved Kysten drevne Saltkogning.” Jakob Jakobsen (1901: 136) nevnir fleiri støð í Hetlandi sum eita Saltnes, og setur tey eisini í samband við salt-kóking. Eisini John Stewart (1987: 214) tolkar tey hetlendsku nøvnini sum støð “where salt was made from seawater.” Tað føroyska navnið má tolkast á sama hátt.

Svabo (1959: 1153) sigur at “Naar Salt har manglet ved Handelen i forrige Tider, har man ofte kogt det af Søevand, men sjelden i nyere tider.” Eisini í sambandi við onnur staðarnøvn finna vit frásagnir um saltframleiðslu. Um navnið Salthellan í Miðvági skrivar Mikkjal á Ryggi í eini staðarnavnauppskrift at “Áður kókaðu tey sær salt úr sjógvi; tað tey skuldu nýta í smør, morlaðu tey sundur á sløttum hellum. Harav hevur henda hella fingið navn.” Sí eisini Bót og biti 1 (Joensen, 2015: 181) og Matras (1932: 237) um Salthellu.

3.2 Heiðarnar, Í Heiðunum, Saltangará,
Í Saltangará
Hesi bæði nøvn hava verið og verða brúkt sum navn á niðursetubygd á eysturarminum á Skálafjørðinum, uttan (t.e. sunnan) fyri Glyvrar. Búsetingin er frá 1846. Ein ávís kapping tykist hava verið millum hesi bæði nøvn; tað almenna navnið er í dag Saltangará, men Heiða-navnið livir á mannamunni, og á heimasíðuni www.runavik.fo kunnu vit lesa at “Saltangará, eisini nevndar Heiðarnar, er bygd í 1846.” Íbúgvarnir hava verið nevndir heiðamenn.

Bygdin verður roknað sum niðursetubygd í haganum hjá markatalsbygdini Glyvrum. Á býráðsfundi í Runavíkar kommunu 3. apríl í 2008 sæst spurningurin um mark báði móti Runavík og Glyvrum at hava verið umrøddur. Sum skilst, er markið úteftir móti Runavík markið millum markatalsbygdirnar Glyvrar og Toftir, altso Snaraløk. Ivi tykist hava verið um markið millum Saltangará og Glyvrar. Býráðið staðfestir á nevnda fundi at markið í neðra fylgir útgarðinum millum tann gamla bøin og hagan á Glyvrum; størri ivi sigst hava verið um hvar markið gongur sum longri niðan kemur, men her samtykkir býráðið at áseta eitt ávíst mark millum traðirnar (www.runavik.fo).

Tá ið Niels Joensen (Ytri-Niels) av Glyvrum giftist 10. novembur 1844, sigur kirkjubókin at hann “bosætter sig i Udmarken dér efter given Tilladelse”. Alment er búsetingin frá 1846 og tá skrivað Saltangeraa ella Salttangeraa. Í 1845, í sambandi við ynski um at fáa plássið góð- kent sum hvalvág, skrivar S. J. Weihe sýslumaður á Skála Saltangeraae, og tá ið fyrsta barnið er føtt har í 1847, nevnir kirkjubókin plássið “ved Saltangeraae”. Taxatiónin (1873) sigur at plássið “bebos som Udflytterbygd under navnet Salttangeraa (Heiðarnar)”, t.e. teir uppfata tað fyrra sum (danskaðan) høvuðsform og tað seinra sum føroyskt navn. Generalstaburin (1897) fylgir hesi reglu og setur Salttangeraa sum danskan form (teir broyta til tt) og Heiðarnar sum føroyskt navn í parantes, og soleiðis kom at standa á máli- borðsblaðnum sum kom út í 1901. Merkisvert er at í 2. útgávu av máliborðsbløðunum (1941-43) er hetta broytt, tí nú eru Heiðarnar høvuðsnavnið og Saltangará sett í parantes (men bæði nøvnini í føroyskum sniði). Tann 3. og nýggjasta útgávan (1990) av máliborðsbløðunum hevur bara Saltangará. So løgið tað ljóðar, nevnir Listi yvir staðanøvn í Føroyum (1960) hvørki teirra (men nevnir bara Heiðarnar sum navn á torvheiðum í Porkeri). Tá ið kortið frá 1990 bara hevur Saltangará, kemst tað av at hetta í dag verður fatað sum tað almenna navnið. Kortini tykist Heiða-navnið at hava verið seiglívað.

Eingir trupulleikar eru við at greiða upprunan til Heiða-navnið. Vit sóu tað verða brúkt í bundnum formi, Heiðarnar, men tað hoyrist eisini brúkt óbundið, serliga saman við hjáorði og fyriseting. Innanmenn siga út í Heiðar, rituvíkingar heim í Heiðar, strandingar yvir í Heiðar, sigur Olaf Sv. Petersen (1971) og leggur aftrat: “Bygdanavnið Saltangará var ikki tikið upp á tunguna.” Navnið Heiðar ella Heiðarnar er ósamansett og inniheldur navnorðið heiði kv., sum kann merkja ‘lyngvaksin hagi’ ella ‘torvheiðar’, norr. heiðrkv. Í tí seinra týdninginum verður orðið mest brúkt í fleirtali og tá vanliga fatað sum kallkyn, t.e. bundið Heiðarnir (sbr.torvheiðarnir). Í Heiðunum ella úti í Heiðum skóru glyvramenn torv, og tað varð tí eisini nevnt Glyvraheiðar (í kirkjubókini skrivað t.d. GlibrehedeGlivreheder, Glibreheider). “Áðrenn gerðini vóru innløgd, skóru teir meginpartin av sínum ársbrenni har,” sigur Olaf Sv. Petersen (1971).

Truplari at greiða er navnið Saltangará. Í keldunum, skrivligum eins væl og munnligum, er ikki semja um navnaformin, og tað tykist vera ivi um hvat navnið sipar til, t.e. hvat navnaobjektið er. Eisini staðarnavnauppskriftir eru ógreiðar í so máta.

Í staðarnavnauppskrift sum Ulf Zachariasen gjørdi o.u. 1948, merkir hann Runavík at vera víkina har áin úr Toftavatni rennur út. Millum nøvn í Húshaganum á Toftum nevnir hann undir einum og sama nummari (nr. 66): “3 nøvn: Løkin, Snaraløkur, Saltangurá”, og nummarið “66” setur hann har áin rennur úr Toftavatni. Hann tykist tí uppfata øll hesi trý nøvnini sum nøvn á teirri somu ánni, henni sum rennur úr Toftavatni út í Runavík. Men tað merkiliga er at hann í einum hefti við “Frásagnum” hevur hesa viðmerking til nr. 66: “sbr. Snaraløk, markið millum Glyvrahaga og Tofta-.” Beint vestan fyri ánna merkir hann við tølum hesi nøvn at vera: Brekkunarløk og Brekkan á Kollinskletti.

Eisini Napoleon Djurhuus hevur í 1958 skrivað nøvn upp á Toftum, men ikki merkt tey á kort; hann endurgevur ein navnalista sum Johan Lamhauge lærari hevði gjørt við Johannes Petersen (f. 1888) og Chr. Johannes Højgaard (f. 1896?) sum heimildarmonnum. Bara fýra tey fyrstu nøvnini eru talmerkt, og tey eru: 1) Runavík, 2) Løkurin, 3) Snaraløkur, 4) Saltang- ará. Viðmerking aftan fyri nøvnini vísir at hann uppfatar 2, 3 og 4 sum nøvn á somu á. Ljóðskrift hansara av navninum Saltangará hevur tvinnanda formar: [»saltaNgar«åa] og [»saltandar«åa]. Í sama lista hevur N. Djurhuus eisini navnið “Brekkan á Saltangará”, men hann vísir við ljóðskrift at úttalan er “Saltandará”. Aftan á tað navnið skoytir hann uppí “Brekkan á Løk” (sbr. Brekkunarløk hjá UZ), og síðan kemur “Brekkan á Kolliskletti”. Eftir raðfylgjuni í listanum eru hesi nøvn vestan fyri Løkin (millum henda og Kollinsklett).

Í eini avmerking sum eg var við til at gera 18. juni í 1987 eftir frásøgn frá Axel Olsen (f. 1913) á Toftum, er Brekkan á Løk júst millum Kollinsklett og Løk. Henda avmerking nevnir ikki “Brekkuna á Saltandará”, og spurningurin er um ikki uppskriftin hjá N. Djurhuus skal lesast á tann hátt at Brekkan á Løk og Brekkan á Saltandará eru sama brekkan.

Sambært fleiri heimildum hava fólk sagt Saltandará, og báði J. Jakobsen og Chr. Matras uppfata tað sum ein yngri form og halda at upprunaligt ng er blivið til nd. J. Jakobsen (1957: 93) helt nevniliga at navnið innihelt tað norrøna navnliðið angr m., eitt gamalt orð fyri fjørð,

som oftere forefindes i norske bygdenavne ved kysten (StavangerHardan- gerGeiranger o.s.v.), (…) nu alm. kaldet Saltandará med overgang fra ng til nd, men skrevet “Saltangeraa” eller “Salttangeraa” med tilknytning til ordet “tange”. Saltangará er egentlig navn på den å, som fra indsøen Toftavatn løber ud i bugten nord for næsset Saltnes. Her findes i henhold til det store generalstabskort over Færøerne ingen nævneværdig tange. Den sandsynlige forklaring er, at den bugt, hvis sydside dannes af Saltnes, oprindelig har været kaldet *Saltangr, hvilket navn nu kun findes bevaret som første led i det omtalte ånavn. Den her liggende bygd er af ganske ny dato. Det ældre og egentlige navn for stedet, hvor den nu ligger, er Heiðarnar [haijanar]”.

Chr. Matras (1939: 54) góðtók hesa frágreiðing í eini grein har hann tekur soleiðis til: “Et gammelt ord for fjord eller bugt, nemlig angr, findes sikkert i navnet Saltandará (ældre: *Saltangráforan må være støttevokal), ved Saltnes på Skálafjørður.” Eisini tann norski staðarnavnafrøðingurin Magnus Olsen góðtekur hesa tolking tá ið hann í verkinum Nordisk Kultur (NK 1939: 20, 37), har eisini greinin hjá Christiani stóð, staðfestir at *Saltangr hevur verið fjarðarnavn í Føroyum.

Í staðarnavnauppskrift frá 1853 skrivar V. U. Hammershaimb navnið tríggjar ferðir. Undir yvirskriftini “Bygder” skrivar hann Saltandará (har eru 2 hús tá), men hann setur parantes um og skrivar uppi- yvir. Undir yvirskriftini “Strandkant” skrivar hann Saltandará stutt og greitt. Undir yvirskriftini “Åer” skrivar hann Saltangará, men setur “d?” uppi yvir g– num. Eingin ivi fær verið um at Hammershaimb hevur hoyrt navnið sum Saltandará við d. Hann uppfatar við øðrum orðum navnið 1) sum áarnavn (sbr. eisini orðingina “ved Saltangeraae”), 2) sum navn á strandarøki og 3) sum navn á nýggjari búseting.

Sum vit sóu, hava Dr. Jakobsen og aðrir sum hava skrivað nøvn upp, hildið at Saltandará el. Saltangará upprunaliga hevur verið navnið á ánni sum rennur úr Toftavatni, og sum nú nevnist Løkurin ella Løkin. Tá ið fólk búsettust í Heiðunum (Glyvraheiðum), valdu tey eftir øllum at døma at brúka áarnavnið sum navn á búsetingini. Kapping hevur síðan verið mill- um nøvnini bæði, men Saltangará er sum áður sagt nú viðurkent sum tað almenna bygdanavnið.

Olaf Sv. Petersen (føddur í Saltnesi í 1902, lærari á Argjum) hevur grein í Fjarðbúgvanum 1971, nr. 22 -23, um hetta og onnur nøvn har um vegir, og aftur í Oyggjatíðindum 1978 og 1980. Hann sigur m.a.:

Saltangará – ella Saltandará, soleiðis málbar ein seg fyrr, er trúgvi eg navnið á ánni, sum nú verður nevnd Løkurin, og alt økið báðumegin ánna varð nevnt Saltandará. Toftamenn skóru nógv torv harinni fyrr. Teir søgdu hvørki, at teir fóru inn í Heiðar – ei heldur inn í Runavík, men teir fóru inn á Saltandará at skera og røkja sítt torv, og tá ið teir fingu sær torvið til hús, var tað borið oman á Torvklett og innskipað har.

Otto Jørgensen próstur skrivar tað fyrstu ferð í kirkjubókina í 1847 sum Saltangeraa. Prestarnir ið aftaná koma, Pryts (1855-1861) og Hammershaimb (1862-1878), eru í iva og skifta ímillum Saltangeraa og Glibrehede (í skiftandi formi). Tá ið Th. Sørensen próstur kemur í 1878, fer hann burturav yvir til at skriva Saltangeraa. Olaf Sv. Petersen metir at teir fyrstu niðursetumenninir og teirra eftirkomarar hava ynskt at kalla bygdina Saltangará, og at tað sum mest slóðaði fyri navninum, var at tað gjørdist poststøð og telefonstøð. Í greinini í Fjarðbúgvanum (1971) sigur hann at “Tað letur til at Hammershaimb, próstur, hevur arbeitt fyri at bygdin skal hava fingið navnið Glyvraheiðar (…), men heiðamenn hava viljað varðveitt tað upprunaliga navnið Saltangaraa.” Men í grein síni í Oyggjatíðindum (1978 og 1980) nevnir hann kortini munnliga frásøgn um at Hammershaimb skuldi geva teimum uppskotið at kalla bygdina Saltangará.

Í sínum stórverki um tey norðurlendsku angr-nøvnini vísir tann svenski málfrøðingurin Gösta Holm (1991: 317 f.) á at einki grundarlag er fyri at tolka tað føroyska navnið sum eitt angr-navn. Eisini heldur hann bygdanavnið Saltangará reint málsliga standa á “mycket vacklande grund”. Hann ivast í um áin nakrantíð hevur hitið annað enn Løkin (sic). Hann heldur at upprunaformurin møguliga kann hava verið *Salthandara, ein stytting (“redukt”) fyri *Saltneshandara, t.e. ‘bortom Saltnes’ (hinumegin Saltnes). Frá Sverra Egholm sála, fyrrverandi landsbókavørði, hevur hann fingið at vita at við Toftavatn hevur verið eitt seyðafylgið ið nevndist Saltandarafylgið.

Mín hugsan er at navnið Saltangará er meira enn illgrunasamt, báði hvat viðvíkir formi, og hvørjum tað hevur verið navn á. Eg hugsi at Gösta Holm hevur grein í sínum máli tá ið hann heldur navnið koma av *Salthandara. Fyrsta stavilsi er sjálvsagt tað sama sum í Saltnes. Ein møguleiki er at *Saltí Salti hevur verið brúkt um eitt (ikki neyvt avmarkað) øki við saltframleiðslu. Tað er blivið partur av nøvnunum Saltnes og Salthandara. Frá at hava verið navn á einum (heldur leysliga avmarkaðum) øki við ta ánna sum rennur úr Toftavatni, er tað blivið uppfatað sum navn á sjálvari ánni og umtolkað til Saltandar-á. Tann danski formurin Salttangeraa, sum sæst í sambandi við at búseting tekur seg upp í økinum, skal helst síggjast sum ein roynd at seta navnið í samband við orðið “tangi” (men í tí danska forminum “tange”) og harvið geva tí “meining”. At tað er tann danski formurin “tange” ið spøkir aftanfyri, vísir úttalan við /-ang-/ og ikki /-eng-/, sum vit skuldu væntað um navnið frá fyrndini innihelt tað føroyska orðið “tangi”. Úttalan /-eng-/ sum onkuntíð er at hoyra nú, er heilt nýggj lesiúttala.

EL er handara, hvørkikynsformur av lýsingarorðinum handari. Endingin –er tá umtolkað til –á og hevur (við rytmisering) fingið hjáherðing. Handara skal síggjast í mun til Toftir og hevur tí verið navn hjá toftamonnum.

Tilgongdin hevur tí verið heldur enn ikki løgin. Navnið á einum øki í haganum á Toftum er blivið uppfatað sum navn á ánni sum rennur gjøgnum hetta økið og út í víkina innan fyri Saltnes. Teir ið búsettust í haganum á Glyvrum, tætt úti við markið móti Toftum, hava búð úti við ta ánna sum teir hildu hæt Saltandará ella Saltangará. Og soleiðis er hetta misskilta navnið blivið navn á eini niðursetubygd í Glyvrahaga, eini bygd í einum øki sum av rættum hæt Glyvraheiðar ella Heiðarnar. Navnið er sostatt flutt frá at vera navn á einum øki í Toftahaga til at vera navn á eini bygd í Glyvrahaga.

At enda kunnu vit nevna ánna sum rennur úr Toftavatni. Sum vit sóu, ivaðist G. Holm (1992) í um hon nakrantíð mundi hava hitið annað enn Løkin. Vit sóu eisini at uppskriftirnar eru ójavnar á máli um navnið er kallkyn (Løkurin) ella kvennkyn (Løkin), og tað sama sóu vit viðvíkjandi áðurnevnda áarnavni Snaraløk. Hóast løkur upprunaliga hevur verið kallkynsorð, norr. lǿkr k., kemur tað fyri fleiristaðni í Føroyum sum áarnavn í kvennkyni, sí Matras (1932): løkur m. og FO: løk kv. (sj. stb.), og uppskriftsformurin Løkurin kann vera ein roynd at normalisera navnaformin. Merkisvert er at hetta navnið ikki kemur fyri hjá Hammershaimb í 1853 hóast hann ger sær ómak at nevna áirnar í økinum. Tær fyrstu hann nevnir frá Eystnesi og norðureftir á vestursíðuni, eru: Nesáir (tvær, á Nesinum og við bygdina), Saltangará (“d?” skrivað oman fyri “g”), SnaraløkGulasteinsáGlyvragjógv og Grinkilsá. Annaðhvørt hevur hann ikki hoyrt navnið, ella hevur hann vrakað tað, tí hann hevur hildið at tað rætta navnið á ánni var Saltandará. Tað hevur tað eftir mínum tykki ikki verið, og tí hevur áin annaðhvørt hitið Løkurin/Løkin ella havt okkurt heilt annað navn upprunaliga. Og har er tað at møguleikin fyri einum navni við navnliðinum run kemur inn í myndina, so sum røtt verður um undir 3.3.

3.3 Runavík, Í Runavík

Hetta er niðursetubygd á eystara armi á Skálafjørðinum. Toftamenn løgdu traðir inn av Húshaganum og Mýrunum, fyrstu húsini komu í 1916, og fólkini skrivaðu seg at búgva í Saltangará. Tá ið næstu húsini komu í 1936, skrivaðu tey seg til Runavík, og navnið Runavík varð alment tikið í brúk sum bygdanavn í 1938. Íbúgvarnir nevnast runavíkingar.
Í eini grein við heitinum “Rúnavík” í Fjarðbúgvanum 6.4.1971 (sambært Olaf Sv. Petersen (1971) er tað samrøða sum blaðið hevur havt við Hans Tausen) verður sagt at “fyrsti maður setti seg niður uttan fyri eingjargarðarnar, sunnanfyri Saltangará. Hetta vóru fyrstu hús í tí bygd, sum seinri fekk navnið Runavík, yngstu bygd í Rúnavíkar kommunu. Í fyrstuni skrivaði hann seg sum búsitandi í Saltangará, men umleið 20 ár seinri varð so bygdanavnið Runavík skrásett alment.”

Summir heimildarmenn vilja vera við at Runavík var navnið á eini lítlari vík við einum lítlum sandi innan fyri Akurgerðistanga, millum Svínhús (Svínarygg) og Torvklett. V. U. Hammershaimb hevur Runavík við í staðarnavnalista sínum frá 1853 har tað stendur millum Akurgerði og Saltandará. Svabo (1959: 1460 f.) nevnir “den liden Bugt ved Saltnees” og greiðir frá dýpi og botni. Hann nevnir ikki víkina á navni, men eingin ivi kann vera um at hetta er øll víkin innan fyri Saltnes. Meðan hann loddar dýpið á víkini, ýtar hann av hvussu støð yvir á Strandalandinum koma aftur í Saltnes. Hann nevnir staðið, “naar nemlig Bøen ved Bujlingen Gjerum gaaer ind i Samme [t.e. Saltnees] (…) Derfra ind mod Bugten aftager Dybden efterhaanden, indtil det yderste af Bøen ved Selvindigaaer ind i Saltnees.” Tað er vert at geva gætur eftir at Svabo, sum annars leggur sær eina við at nevna staðarnøvn, ikki nevnir hesa víkina Runavík.

Staðarnøvn sum AkurgerðiSvínhús og Svínaryggur benda á at okkurt slag av virksemi (kornvelting og svínahald) man hava verið har á leið onkuntíð í tíðini. Báðar tær nevndu greinirnar, eftir Hans Tausen og Olaf Sv. Petersen frá 1971, nevna eisini sagnir um plássið. Tann fyrra sigur soleiðis frá:

Innan fyri Akurgerðistangabryggjuna er lítil vík, ið nevnist Runavík. Fleiri eru frásagnirnar um, hvussu hetta navn kom; ein teirra sigur soleiðis: Einaferð fór eitt skip á land inni í Skálafirði, og ein av teim, ið við vóru, búsettist á Svínaryggi, beint oman fyri áðurnevndu vík. Hesin maður var ikki norðurlendingur, og varð hann kallaður Runi, av tí at eingin skilti mál hansara. Navnið Svínaryggur – umleið har sum telefonstøðin er nú – skal koma av, at hesin Runi hevði svín sum húsdýr. Seinri avtoftaðist hesin bústaður, og einki kann sigast um, annaðhvørt nakar hevur sett seg niður har fyrr enn í 1916.

Hin greinin (Petersen, 1971) sigur m.a. hesa søgu:

Staðar- og bygdanavnið Runavík hevur eisini sína gomlu søgu. Har vóru fyrr skillig teigalendi fram við bakkanum – líka úr víkini og oman á Akurgerði. Staðarnøvnini Akurgerði og Svínhús benda á, at har hava fólk búð, og søgnin sigur, at maðurin æt Rúni.

EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil og stuttur fjørður’ (FO).

Viðvíkjandi upprunanum til FL Runa– eru fleiri møguleikar í at velja.

Hvørkikynsorðinum run ‘lítið brim’ kunnu vit síggja burtur frá, tí “runa” skuldi so verið hvørsfall fleirtal, men tað orðið fær illa staðið í fleirtali. Tað sama er at siga um kvennkynsorðið runa ‘evja’.

Aðrir møguleikar at taka til umhugsanar eru kallkynsorðformar sum runi (hvørsfall runa), upprunaliga annaðhvørt runi k. ella hruni k., ella eitt kvennkynsorð sum run kv. (hvørsfall eintal runar, hvørs- fall fleirtal runa)

Eitt kallkynsorð runi, norr. runi, við týdninginum ‘gøltur’ er ókent í nútíðarføroyskum, men tað hevur eftir øllum at døma komið fyri í føroyskum í eldri tíð. Svabo nevnir tað úr kvæðamáli (sí Svabos Glossar), men uttan at nevna nakað kvæðadømi (nevnir bara at tað merkir ‘gøltur’ og eitur tað sama í íslendskum), og Lexicon Færoense, handskrivað orðabók eftir J. Bloch frá 1877-88, tekur orðið upp eftir Svabo, somuleiðis uttan at vísa til nakað kvæði (tað sæst heldur ikki í nøkrum kvæði vit kenna í dag). Ásgeir B. Magnússon (1989) sigur at runi k. ‘göltur, ógelt karlsvín’ er ikki longur livandi í íslendskum (í orðabókini merkt við einum krossi). Staðarnøvnini Svínhús og Svínaryggur (sær út til at vera tað sama staðið, stutt niðan frá teirri víkina sum summi vilja vera við er Runavík) tykjast styðja eina slíka tolking av Runa-vík, t.e. ‘galtavík, svínavík’.

Tey norrønu kallkynsorðini hruni ‘om- anlop, skriðulop’ (Magnússon 1989: ‘fall, hrun; e-ð hrunið, t.d. grjót úr fjalli’) og runi ‘rennsli, skriða, e-ð sem rennur’ (Magnússon 1989) hava í norskum fingið sama form, rune k., og tað sama gera hvørkikynsformarnir hrun og run (fyri ein part við somu merking sum hini bæði). Í Íslandi kemur Hruni fyri sum staðarnavn (Heggstad 2012, Magnússon 1989). Kall- kynsorðið runi í týdninginum ‘okkurt sum rennur’ hava vit bara í samansetingunumsamruni og uppruni, men í norskum kann tað eisini merkja ‘spíri, vísi’ (og er í føroyskum tikið upp sum nýyrði innan jarðfrøði fyri ‘grótbræðing, lava’, sí FO). Í norskum kann rune k. merkja ‘det å styrta, strøyma ned; noko som strøymer ned (t d jord og sand); far etter skred, elvelaup; elvestraum; graven renne i jorda (for å leia vatnet fram til ein kverndam)’ (NO).

Í norrønum fanst eisini hvørkikyns- orðið run ‘liten, smal straum mellom to vatn’ (Heggstad, 2012), ‘rennsli, brun’ (Magnússon, 1989). Orðið finst í norskum við somu ella líknandi merking, báði sum hvørkikynsorð og sum kvennkynsorð (NO, Ross, Særheim, 1992: 348). NO týðir run f., n. sum ‘smal, still, grunn straum el trongt op mellom to vatn; lon, elv el bekk, òg i stadnamn, t.d. Runine, Rånene; renne for driftsvatn (for kvern, sag el l)’. Sambært J. Jakobsen (1901: 89) hevur orðið verið væl kent í Hetlandi í forminum ron f., sum felagsnavnið ronek ‘afløbsrende, spec. fra en kostald’ og ronaronek ‘mellemstrøm, rende, smalt sund, spec. a) mellem er større og en mindre ø, b) mellem en ø og en holm el. større skærklippe’, í staðarnøvnunum de Ronade Ronek. Ikki tykist orðið vera kent í nútíðarføroyskum, men eftirsum tað er so vanligt í norskum og hetlendskum, er ikki sagt at tað ikki hevur verið til í føroyskum einaferð í tíðini. At tað í norrønum og norskum sigst sipa til áarløk ið rennur millum tvey vøtn, forðar ikki fyri at vit kunnu hava brúkt tað um á ið rennur úr vatni í sjógv, serliga um hetta er ein trongur fjørður ella lítil vík. Ein einføld frágreiðing til navnið Runavík hevði tá verið at tað innihelt kvennkyns- orðið run (ella eitt horvið áarnavn *Run?) í hvørsfalli, t.e. Runarvík, úttalað Runavík.

Tað eg dugi at síggja, eru teir mest eyðsýndu tolkingarmøguleikarnir at fata FL í navninum Runavík sum annaðhvørt runi k. ‘gøltur’ ella run kv. ‘áarløkur’. Tað er ilt at taka dagar ímillum hvør møguleikin er tann mest sannlíki. Tann fyrri møguleikin fær stuðul frá teirri sannroynd at har finnast onnur svínanøvn, og kanska er ikki einki í søgnini um handan Runa ella Rúna sum helt svín har á leið (runi ‘gøltur’ uppfatað sum mansnavn). Hinvegin liggur nær at hugsa sær at ein vík hevur navn eftir eini á ið rennur út í hana, og tað stuðlar upp undir tann seinra tolkingarmøguleikan. Men tað reisir eisini spurningurin, hvør vík tað er ið av fyrstan tíð hevur borið navnið Runavík. Tað er undranarvert at Svabo, sum loddar dýpið og kannar botnin á víkini, ikki tykist kenna Runavík sum navn á henni. Og um víkin var kend undir navninum Runavík, kann ein undrast á at teir fyrstu ið búsettust eystantil við víkina, og sum vóru glyvramenn, ikki valdu sær tað sum navn á búsetingini, men valdu Saltangará, eini á sum (eftir tí teir hildu) var ein á í haganum á Toftum. Tað at seinri heimildir (og at síggja til eisini Hammershaimb) hava fatað Runavík sum navnið á eini lítlari vík millum Akurgerði og Torv- klett, kundi stuðlað upp undir at tað er har at Runavík hevur verið, og at navnið tí hevur verið lítið kent millum onnur enn toftafólk (heldur ikki J. Jakobsen tykist kenna navnið tá ið hann tosar um víkina). Harvið fellur tann seinri tolkingarmøguleikin mestsum burtur, og mest talar tá fyri at tolka forliðið í Runavík sum navnorðið runi k. ‘gøltur’. Eisini telur tað við í vágskálini at orðið hevur verið til í føroyskum, skulu vit trúgva Svabo.

Landskent sum navn er Runavík ikki blivið fyrr enn eftir seinra heimsbardaga, við tí stóra virksemi ið har hevur tikið seg upp, og fólkavøkstri. Av tí sama verður navnið nú eisini fatað sum navn á allari víkini, har áin úr Toftavatni rennur út í Skálafjørðin, og sum hvørki J. C. Svabo ella Jakob Jakobsen kundu at nevna við navni. Í dag eitur alt hetta Runavíkar Havn.

3.4 Rituvík, Í Rituvík

Niðursetubygd í hagapartinum Yvir í Haga ið hoyrir til markatalsbygdina Toftir. Búsetingin er frá 1873. Íbúgvarnir nevnast rituvíkingar.

Taxatiónin (1873) nevnir “Haugeparten Yvir í haga eller Rituvík”. Sum navn á víkini er tað kent á eldri kortum, t.d. Rasmus Juel (1709-10) Ridevig. Á korti hjá Waghenaer frá 1592 (Nørlund 1944: 4,1) og øðrum kortum við tí sum fyrimynd, stendur navnið Rutewic; kortið er sera óneyvt, men navnið Rutevic stendur sunnarlaga á tí sum skal vera Eysturoyggin, á leiðini millum Rituvík og Runavík (ii lisið sum u?). Víkina nevnir Svabo (1781-82) Rituvujk, Born (1795) Rideviig, Rafn (1832) Rituvujk. Generalstaburin (1897) Ridevig (Rituvík). Listi 1960 Rituvík.

EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil el. stuttur fjørður’ (FO). FL man innihalda fuglanavnið rita kv. ‘smá- vaksin fuglur í másaættini við trimum tóm, ryta (Rissa tridactyla)’. Siður hevur verið at skriva rita við hóast alt bendir á at sjálvljóðið í rótini upprunaliga hevur verið /y/. Úr norrønum er orðið bara kent sum kallkynsorð, rytr, gamal ja-stovnur (< *rutja-), og kvennkynsformurin ryta (rita) er tí hildin at vera yngri. Orðið er hildið at sipa til látið hjá fuglinum og at vera skylt við norr. rauta ‘belja’ og rýta ‘rína (um grís)’ og við tað føroyska sagnorðið ruta ‘smádeila, fýlast’ (Magnússon 1989). Annars kann verða lagt aftrat at tann danski formurin ride er hildin at vera komin úr føroyskum (ODS og Nudansk Ordbog).

Í áðurnevndu frásøgn frá eini marknagongu 7. desembur 1960 verður Glyvrafjall, sum er uppi yvir Rituvík, eisini nevnt Ritufelli (sett í parantes eftir Glyvrafjall).

3.5 Æðuvík, Í Æðuvík

Hetta er niðursetubygd eystantil í Neshaga, stutt norðan fyri Eystnes. Búsetingin er frá 1897. Íbúgvarnir nevnast æðuvíkingar.

Born (1795) Aweviig. Generalstaburin (1896) Avevig (Æðuvík) (í viðmerking sigur Rimestad kapteynur: “Dansk Form meningsløs”).

EL er vík kv. ‘bugur el. innvik inn í strond, lítil og stuttur fjørður’ (FO). FL er hvørsfall eintal av fuglanavninum æða kv. ‘fuglaslag av antarætt (Somateria mollissima)’, norr. æðr, men hevur í føroyskum fingið veika bending við hvørsfallinum æðu-, meðan hvørsfallið á norrønum var æðar.

Vit síggja at báði Rituvík og Æðuvík hava verið kend sum staðarnøvn áðrenn fólk búsettust har. Áðrenn tey gjørdust bygdarnøvn, hava tey tískil verið natúrnøvn, nøvn á tveimum víkum eystantil á Eysturoynni, stutt norður frá Eystnesi, báðar við fuglaheiti sum forliði.

Styttingar:

EL = Eftirlið

FL = Forlið
h. = hvørkikyn

k. = kallkyn

kv. = kvennkyn

Óprentaðar keldur:

Gerðabók hjá Matrikulstovuni, nú á Umhvørvisstovuni.

Jb = Jarðabøkur, í ljósprenti á Føroya Lands- skjalasavni.

Kirkjubøkur, í ljósprenti á Føroya Landsskjala- savni.

Staðarnavnasavnið á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya.

Heimasíður:

www.nes.fo

www.runavik.fo

Bókmentir:

Born, sí Clementsen.
Bernharðsson, Haraldur. 2004: Um Moldhaugnaháls út í Fjósa og Fjörður. Íslenskt mál og almenn málfræði 26: 11-48.

Clementsen, Ólavur. 1992: Born kapteynur 3. Fjúrtandi nr. 6: 11.

Debes, Lucas. 1673: Færoæ et Færoa reserata.

Udgivet for Selskabet til Udgivelse af færøske Kildeskrifter og Studier af Jørgen Rischel. København 1963.

Eivindaródn. Greinar 1979-2011. Ritstj.: Anfinnur Johansen et al. Tórshavn: Fróðskapur.

Fritzner, Johan: Ordbog over det gamle norske Sprog. Christiania 1883-96.

Føroyar. Topografiskt kort 1:20 000. 3. útg. Kort- og Matrikelstyrelsen. København 1987-1998. 1. útg. 1901. 2. útg. 1941-43.

FO = Føroysk orðabók. Tórshavn 1998: Føroya Fróðskaparfelag.

Gammeltoft, Peder. 2002: Toften rundt – Et blik på færøske stednavne på –toftEivindarmál: 121-131. Tórshavn: Føroya Fróðskaparfelag.

Heggstad, Leiv et al. 2012: Norrøn ordbok, 5. utgåva. Oslo: Det norske Samlaget.

Helgason, Jón. 1951: Kongsbókin úr Føroyum. Útiseti VI: 101-122.

Holm, Gösta. 1991: De nordiska anger-namnen.

Lund: Lund University Press.

Hundabrævið, sí Helgason.
Jakobsen, Jakob. 1901: Shetlandsøernes stednavne. København.

Festskrift til L.F.A. Wimmer. København. Víst verður til útgávuna í Greinir og ritgerðir. Útg. Chr. Matras. Tórshavn 1957: 86-107.

-. 1957: Greinir og ritgerðir. Útg. Chr. Matras. Tórshavn.

Joensen, Jóan Pauli. 2015: Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum 1. Tórshavn: Fróðskapur.

Jónsson, Finnur. 1007-15: Bæjanöfn á Íslandi. Safn til sögu Íslands og íslenzkra bókmenta IV. Kaupmannahöfn – Reykjavík.

Lexicon Færoense. Udarbejdet af Jørgen Bloch.

København 1877-88. Handskrivað orðabók í ljóstaki á Føroyamálsdeildini.

Listi 1960 = Listi yvir staðanøvn í Føroyum.

Útgivið hevur Stednavnudvalget. Góðkent hevur Ríkismálaráðið. Keypmannahavn 1960. Magnússon, Ásgeir Blöndal. 1989: Íslensk orðsifjabók. Reykjavík: Orðabók Háskólans.

Matras, Chr. 1932: Stednavne paa de færøske Norðuroyar. Kjøbenhavn.

-. 1939: Færøerne. Í Nordisk kultur V. Stednavn. København – Oslo – Stockholm: 53-59.

NG = O. Rygh: Norske Gaardnavne I-XVIII. 1897-1936. Kristiania.

NK = Nordisk Kultur V. Stednavne. Utgitt av Magnus Olsen. København – Oslo – Stockholm. 1939.

NO = Norsk ordbok. Ordbok over det norske folkemålet og det nynorske skriftmålet, bd. 9. Oslo 2011.

Norske lensrekneskaper 1548-1567. Oslo 1943. Nudansk Ordbog. 15. udg., 2. opl. København 1993: Politikens Forlag.

Nørlund, N. E. 1944: Færøernes Kortlægning. En historisk Fremstilling. Geodætisk Innstituts Publikationer VI. København.

ODS = Ordbog over det danske Sport 1-27. København 1919-1954.
Petersen, Olaf Sv. 1971: Staðar- og bygdanøvnini

Heiðar, Saltangará og Rúnavík/Runavík. Fjarðbúgvin, nr. 22: 5 (8.10.1971) – nr. 23: 5

(22.10.1971).
-. 1978: Bygdanøvn verða til. Oyggjatíðindi nr. 45: 6 (14.12. 1978, endurprentað í nr. 44: 5 13.6.1980).

Rafn, Carl Christian. 1832: Færeyínga saga eller Færøboernes Historie i den islandske Grund- text med færøsk og dansk Oversættelse. Kjøbenhavn.

Ross, Hans. 1895: Norsk ordbog. Christiania.

Rasmus Juel, sí Nørland. 1895: Norsk ordbog. Christiania.

Rúnavík (høvundur ónevndur). Fjarðbúgvin 6.4.1971: 1-10.
Stewart, John. 1987: Shetland Place-names. Lerwick.

Svabo, J. Chr. 1959: Indberetninger fra en Reise i Færd 1781 og 1782. Udgivet af N. Djurhuus. København: Selskabet til Udgivelse af færøske Kildeskrifter og Studier.

Svabos Glossar til færøske Visehaandskrifter. Udgivet ved Chr. Matras. København 1943. Særheim, Inge. 1992: Sirdal. Namn og stader. Stavanger.

Taxatiónsprotokoll = Protokol over den i Henhold til Lov angaaende en ny Skyldsætning af Jorderne paa Færøerne af 29de Marts 1867 foretagne Taxation af bemeldte Jorder. Kjøbenhavn 1873.

Weyhe, Eivind. 2008: Akrar ella AgrarFróðskaparrit 56: 116-120. Endurpr. í Eivindaródn 2012: 239-245.