Mynd: Nes kommuna
Í morgin er 29. apríl er árligi ruddingardagurin hjá Nes kommunu. Hetta er eitt afturvendandi tiltaka, sum kommunan skipar fyri.
Byrja verður kl. 9.00 við morgunmati í Tofta skúla, har posar eisini verða at fáa. Eftir morgunmatin verður farið út í bygdirnar at rudda.
Kl. 12.00 bjóðar kommunan til grillaðir búffar á havnalagnum.
Barnakórið í Tabor fer at synga og møguleiki verður eisini at heinta trø.
