Mynd: Eysturoyarportalurin (Savnsmynd)
Tann ljósa tíðin er komin, og plantulívið er so smátt byrjað at spíra. Nú stundar til mentanarvikuna, og ynski er at fáa kommununa at skína til mentarnarvikuna, og ein partur av hesum er at rudda úti. Runavíkar kommuna heitir aftur í ár, á allar borgarar um at taka lut í árligu ruddingini, og á tann hátt verða við til at fríðka um heimstaðin.
Heitt verður á grannaløg um at skipa seg í økinum, har tey búgva. Soleiðis verður ruddað:
18. apríl verður ruddað í Oyndarfirði
Oyndarfjørður – við skúlan í Oyndarfirði. Ein heit máltíð verður at fáa í sambandi við ruddingina. Sí tann lokala facebook-bólkin.
22. apríl verður ruddað í hesum bygdum
Æðuvík – Byrjað verður kl. 10.00 við morgunmati í missiónshúsinum.
Rituvík – Byrjað verður við spæliplássið kl. 10.00, og ein heit máltíð verður at fáa kl. 13.00.
Lamba og Lambareiði – Byrjað verður við skúlan í Lamba kl. 9.00 við morgunmat .
Søldarfjørður og Skipanes – Byrjað verður við spæliplássið í Søldarfirði kl. 10.00 við morgunmati.
Skála – Byrjað verður í Ítróttarhøllini á Skála kl. 9.00 við morgunmati
Skálafjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í gamla skúla
Funningsfjørður – Byrjað verður kl. 9.00 við morgunmati í skúlanum
Runavík, Saltangará og Glyvrar – Ruskposar og handskar eru at fáa í Gulusmiðju frá kl. 10.00-13.00.
Fyri Runavík, Saltangará og Glyvrar eru ruskposar og handskar eisini at fáa á kommunuskrivstovuni gerandisdagar í upplatingartíðini.
Mai
Funningur og Elduvík fara at skipa fyri ruddingardegi í mai.
Burturkast
Burturkastið skal koyrast í posar og setast framvið teimum størru vegunum.
Heitt verður á fólk um at skilja ruskið og leggja tað sum ikki brennur og oljudunkar við síðuna av ruskposanum.
Húsarhaldsrusk kann latast inn á ruskplássini – sí upplatingartíðir inni á www.runavík.fo.
