Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.08.2023 08:30

Ruddaðu á Skipanesi

Mynd: Rudda Føroyar

Mánamorgunin tann 21. august var Rudda Føroyar og gestir úr Norra og ruddaðu á Skipanesi. Og tað var ikki smávegis at rudda siga tey. Serliga vóru teir norsku gestirnir bilsnir yvir mongu spreingikaðlarnar, sum vóru allastaðni at síggja.

Rudda Føroyar sigur, at tey ruddaðu einar 100 metrar av sjóvarmálanum, og tilsamans 260 kilo av ruski bleiv koyrt burtur.

Myndirnar eigur Rudda Føroyar