Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2023 12:25

Rudda Føroyar verður í Fuglafirði

Savnsmynd

Nú eru bert 3 dagar eftir, til ruddingardagur verður“. Soleiðis sigur Rudda Føroyar í einum uppslagi í dag, sum sipar til, at ruddingardagur verður í Fuglafirði leygardagin.

Rudda Føroyar upplýsir, at ein bingja frá IRF verður sett uttanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði, har alt burturkast kann koyrast í.

Við hesum vónar Rudda Føroyar, at hetta kann hjálpa til, at íbúgvar í Fuglafjarðar kommunu fara mannsterk út at rudda býin leygardagin.

Fólk kunnu velja øki sjálvi, fara einsamøll ella í bólkum. Rudda Føroyar vónar, at fleiri fara at taka væl ímóti tilboðnum og fara at rudda í ár.