Mynd: ÍF
Veteranurin Karl Løkin tekur enn eitt tørn fyri fuglfirðingar.
Ein av royndastu monnum hjá ÍF hevur valt at halda fram og hevur undirskrivað nýggjan sáttmálað fyri 2023.
Sambært Faroesoccer leikt Karl Løkin leikt 256 dystir fyri ÍF.
Heimasíðan hjá ÍF sigur soleiðis um Karl: “VIt eru sera fegin um hansara avgerð, at halda fram, tí umframt at vera ein fantastiskur leikari, so er hann eisini ein fantastiskur lærumeistari, tá ið tað umræður teir ungu leikararnar.”
