Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.06.2023 10:14

Røkt klokkarstarvið í 75 og 28 ár

Sunnudagin 25. juni var hátíðargudstænasta í Gøtu kirkju tí tá vóru 28 ár síðani, at Gøtu kirkja varð vígd og tikin í nýtslu. (Vegna farsóttina í 2020 varð einki hald á 25 ára vígsludegi kirkjunnar) Í tí sambandi hevði kirkjan vitjan av Jógvani Fríðrikssyni biskupi, sum hevði prædikuna.

Hendan dagin vóru eisini vóru Magnus Heinason og Petur Joensen heiðraðir fyri trúgva tænastu sum klokkarir. Ovi Brim, prestur, segði nøkur orð og formansskapurin í kirkjuráðnum, handaði teimum gávur.

Magnus Heinason byrjaði at hjálpa foreldrum sínum yviri í Gl. Gøtu kirkju, sum einans 7-8 ára gamal, og tók officielt við eftir pápa sín Heina, tann 14. nov. 1979. Magnus hevur sostatt røkt starvið í samfull 75 ár.

Petur Joensen tók við sum klokkari tann 20. august í 1995, og eru tað sostatt skjótt 28 ár síðani. Petur hevur eisini í drúgt áramál verið partur av kirkjuráðnum – øll árini sum kirkjuverji.

Eftir gudstænastuna var kirkjuliðið boðið til døgurða í kirkjuhjallarinum har áleið 200 fólk møttu upp.