Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.03.2024 15:21

Rok í Sarpugerði: Okkurt eftirspæl kann væntast

Venjarin hjá HB ikki nøgdur við dømingina seinasta fríggjakvøld (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Seinasta fríggjakvøld var toppdystur á skránni, tá ið Víkingur tók ímóti HB hjá monnum. Ein av fyrstu topp-uppgerðunum í Betri deildini í ár. Heimaliðið Víkingur vann dystin 2-1. 

Men tað er ikki úrslitið á vøllinum, sum tey flestu, sum vóru til staðar eftir dystin, nokk fara at minnast best. Men heldur tað rokið, sum henda aftaná, at dómarin hevði brígsla av fyri seinastu ferð.

Sum Eysturoyarportalurin skilir, so gekk tað heldur harðliga fyri seg inni í leikaragongini, har vaktir o.o vóru noydd at leggja ímillum, tá ið uppøstir HB leikarar og HB venjari, vildu hava fatur á dómaratoyminum.

Leggast skal tó afturat, at eingin av leikarunum ella venjarunum hjá víkingi vóru uppí blandaðir í málinum.

Keldur, ikki bundnar av hvørjari aðari, sum Eysturoyarportalurin hevur verið í samband við, siga, at eftir at dysturin var brígslaður av, var italska venjaratoymið hjá HB ikki nøgt við dómaratoymið. Serliga var tað okkurt, sum var sagt stutt fyri leiklok, sum fekk øði í grindina.

Og endaði hetta við, at menn ikki vóru kølnaði nokk, tá ið farast skuldi undir brús. 

Eisini var áfast millum, ein HB leikara, sum ikki var á dómaraseðilinum, og ein vaktarmann, tá ið hesin fyrri gjørdist óður í sær inni í leikaragongini.

Sum skilst, var tað serliga málmansvenjarin hjá HB og HB liðskiparin, sum høvdu leiklutin sum meklarar og fingu sissað sínar menn so mikið, at nøkulunda ró kom á eftir eini løtu. 

Fótbóltssamband Føroyar hevur ikki stórvegis viðmerkingar til sjálvt málið, men leggur upp til, at ein dómarafrágreiðing er gjørd og hoyring er send út til partarnar. Eisini verður sagt, at um okkurt nýtt er í málinum, so verður tað kunngjørt á heimasíðu teirra.

Tískil er nokk ikki seinasta orðið sagt í málinum. Sostatt er møguleiki fyri, at hendingin seinasta fríggjakvøld í Sarpugerði, fær onkrar avleiðingar fyri íblandaðu partarnar, so ella so.