Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2026 14:00

Nýggjur sangur frá bólkinum Ekkaleys

Tíðindaskriv

Í dag hevur tónleikabólkurin Ekkaleys givið út nýggjan sang, sum er komin út á allar stroymipallarnar. Heitið á sanginum er Hægstur tú, og er tað kenda sangarinnan, Tina Mellem, sum leggur rødd til sangin. Orðini hevur Terje B. Vestergaard skrivað, og lagið hava Benjamin Hansen og Hans T. Vestergaard gjørt. Hetta er næsta tónleikaútgávan hjá Ekkaleys, fyrra útgávan varð givin út í fjør undir heitinum ‘Navnið títt’.

Ekkaleys er føroyskur tónleikabólkur, sum er sprottin úr árliga tiltakinum, Ekkó. Limirnir í Ekkaleys eru ymsastaðni frá í Føroyum, og koma úr ymiskum samkomum runt um í landinum.

Orð: Terje B. Vestergaard

Lag: Benjamin Hansen og Hans T. Vestergaard

Miksing og framleiðsla: Benjamin Hansen

Mastring: Josh Cana

Rødd: Tina Mellem

Ljóðføri: Jasmin Jovanovic, Hans T. Vestergaard, Josh Cana, David Finnsson, Benjamin Hansen

Perma: Benjamin Hansen

Hoyr sangin her: https://open.spotify.com/track/2Zpwvct2PS8atfdQ2xLiLp?si=49ebb544d7f34dba