Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2026 19:29

Ráðgevar í Grønlandi og Føroyum ynskja tættari samstarv

Mynd: Vinnuhúsið

Ráðgevarafelagið

Tekniskir ráðgevar í Grønlandi og Føroyum vilja styrkja samstarvið tvørtur um Norðuratlantshavið

5. oktober hittust ráðgevar úr báðum londunum í Vinnuhúsinum fyri at læra hvønn annan betur at kenna og umrøða møguleikarnar fyri samstarvi. Á fundinum varð dentur lagdur á at deila vitan og royndir, umrøða felags avbjóðingar og kanna møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi.

Á fundinum varð millum annað víst á felags áhugamál sum nýggjar byggireglugerðir, DGNB, útbjóðing av ráðgevingaruppgávum, myndugleikaviðgerð og møguleikar fyri samstarvi um størri uppgávur.

Fundurin var liður í økta samstarvinum tvørtur um Norðuratlantshavið, sum millum annað er sprottið úr nýggju samstarvsavtaluni millum Grønlands Erhverv og Vinnuhúsið.

Vinnugreinanevndirnar fyri ráðgevar í Grønlandi og Føroyum síggja góðar møguleikar fyri tættari samstarvi. Málið er at knýta sterkari bond, deila vitan og royndir og við tíðini menna ítøkiligt samstarv um uppgávur bæði í Grønlandi og Føroyum.