Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.04.2024 08:00

Røða á flaggdagshaldinum á Skála

Røða Merkinum til heiðurs, sum landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen flutti fram, við bátahylin á Skála.

Góðu tit
 
Tað, at hoyra søgur, er nakað, sum nógv av okkum dáma væl, og er hetta eisini nakað, sum tit børn kanska tíma væl.
 
Nakrar søgur eru spennandi, aðrar meira stuttligar, og meðan nakrar søgur eru frá veruleikanum, so hava onkrar góðar søgur kanska einki við veruleikan at gera.
 
Eg hoyrdi sjálvur nógvar søgur sum lítil, bæði søgur, sum vóru frá veruleikanum, men eisini stuttligar og spennandi søgur frá bókum, og sum als einki høvdu við veruleikan at gera.
 
Ein, sum oftani fortaldi mær søgur, var pápi mín, og sum oftast vóru tað søgur frá tí veruliga lívinum.
 
Ein søga, sum pápi mín fortaldi mær, og sum hugtók meg sera nógv, tá eg var heilt ungur, var søgan um brandbilin; her var tað ikki bara talan um ein hvønn vanligan brandbil, nei her fortaldi pápi mín um tann flotta stóra, reyða og vælútgjørda brandbilin, sum tey høvdu í Skála fyri nógvum árum síðani.
 
Eg sá fyri mær henda brandbil, tá hann greiddi frá, og fyri hvørja ferð hann fortaldi um henda bil gjørdist brandbilurin flottari og flottari, størri og størri; tá eg so ein dag sá brandbilin, ja tá gjørdist eg ikki skuffaður, heldur tvørturímóti; eg hevði næstan ikki sæð so flottan og stóra bil.
 
Har stóð hann; hesin reyði, flotti, vælútgjørdi og stóri brandbilur.
 
Tá pápi mín greiddi frá hesum bili, plagdi hann at leggja afturat týdningin av, at vera til reiðar at hjálpa, tá á stendur, eisini tá talan er um støðuna hjá einum granna, grannabygd ella longur út í heimi.
 
Tá eg takkaði at koma at halda eina røðu her í dag, so var henda søgan eitt tað fyrsta, sum rann mær til hugs, – søgan um brandbilin á Skála.
 
Tann góða og spenanndi søgan um týdningin av at vera til reiðar, at standa saman og hjálpa til, tá á stendur, er fyri mær nakað, sum sermerkir tykkara bygd, og var hetta eisini tað eg hugsaði um, tá tit í næmingaráðnum bjóðaðu mær at koma at halda røðu í dag.
 
Í dag eru vit komin saman, ikki fyri at hoyra søgur um brandbilar ella annað, men her í dag standa vit saman, um tað, sum bindur okkum saman: Merkið.
 
Hugsi hetta man vera nakað av tí, sum vit øll, bæði tit børn og ungu eins og vit vaksnu og eldru eru so sera errin av: okkara vakra flagg, sum er myndin av Føroyum.
 
Hans Andreas Djurhuus  yrkti í 1920 sangin « Sjá tú blánar», har hann gevur boð upp á litirnar í Merkinum, við tað at hann byrjar sangin við hesum orðum: « Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarsins ljóð».
 
Eg vil í dag loyva mær at hugleiða um litirnar í Merkinum, sum eisini kunnu knýtast til tykkara bygd.
 
Tann reyði liturin í Merkinum, krossurin, umboðar ikki tann reyða brandbilin, men tó nakað annað, sum kann vera við til at hjálpa og stuðla, nevniliga okkara kristna siðaarv, sum millum annað minnir okkum á, at eingin er nokk í sær sjálvum, men at vit øll eiga at koma hvørjum øðrum við, og veita eina hjálpandi hond, har hetta krevst; eins og brandbilurin ikki sær mørk, soleiðis eigur okkara hjálpandi hond heldur ikki at gera tað.
 
Hetta er eisni nakað, sum tit duga væl her á Skála. Tit hava millum annað eitt sera ríkt átrúnaðarligt og ítróttaligt arbeiðið, har tað sjálvbodna og felagsskapurin er í sentrum, og er hetta nakað, sum tit eiga stórt rós fyri. Tann góði felagsskapurin er eyðmerktur á tann hátt, at man stendur saman um eitt felags mál, og har eingin er nokk í sjálvum sær, men har man bjóðar øðrum við og hjálpist at.
 
Tit børn og ungu kunnu gjøgnum felagsskapir her í bygdini knýta vinabond, sum kunnu vara alt lívið, og geva hesir felagsskapir tykkum ein møguleika fyri sjálvi at mennast, samstundis sum tit kunnu stuðla menningin hjá tykkara vinum.
 
Ábyrgdin hjá okkum vaksnu er at stuðla okkara ungdómi og børnum í at søkja teir góðu felagsskapir.
 
 
Tann blái liturin í Merkinum leiðir óivað tankarnar hjá flest okkara til sjóvarmálan og havið. Hetta er eisini nakað, sum vit lættliga kunnu seta í samband við Skála, og ikki minst tað virksemi, sum er her í bygdini niðri á havnalagnum. 
Tykkara bygd verður á heimasíðuni hjá kommununi m.a. lýst soleiðis « Friðarligt er í fjøruni, tí fjørðurin, sum ber navnið á bygdini, hevur gátt so havaldan kemur ikki inn. Her er Føroya størsta náttúruhavn. Havnarlagið á Skála er væl útbygt og er her landsins størsta skipasmiðja, sum bæði ger nýbygningar og umvælingar».
 
Hugsi tað eru nógvar familjur, bæði her í bygdini, men eisini úr øðrum bygdum, sum hava notið sera gott av tí lærdómi og virksemi, sum hevur verið og framvegis er á Skála skipasmiðju. Tit hava gjøgnum hetta virksemi ment førleikar bæði hjá bygdafólki og avbygdafólki, og við at gera hetta, so hava tit ikki einans bygt skip, men hava tit á henda hátt eisini verið við til at bygt hetta landið, sum Merkið umboðar, landið Føroyar.
 
Gjøgnum virksemi og lærdóm seta vit felags mál og flyta vit okkum longur fram á leið. Eisini her kunnu tit skálafólk vera errin av at hava gjørt tykkara stóra íkast, sum bæði tit og grannabygdirnar, ja eg hugsi alt Føroya land hevur notið gott av.
 
Eftir stendur tann hvíti liturin í Merkinum; hesin kann vera ímyndin av so nógvum. Tað øvugta av tí hvíta er jú tað svarta, tað dapra, tað keðiliga, og er hetta óivað nakað, sum fyllir nógv, kanska í so nógv í okkara hugaheimi, tí vit vera jú merkt av øllum tí vit hoyra og síggja í fjølmiðlum og talgildum pallum, har vit javnan hoyra og lesa um ófrið og kríggj aðra staðnis í heiminum.
 
Tað hvíta er harafturímóti ímyndin av tí jaliga, tí ljósa, ein ímynd av vónini um eina góða framtíð, ikki bara fyri komandi ættarlið her heima, men eisini úti í stóru verð. 
 
Henda lit finna vit eisni í tykkara bygd. Sum dømi upp á hetta kunnu vit taka tykkum børn og ungu í skúlanum her á Skála. 
 
Tit hava so seint sum fyri bara 2 døgum síðani prógvað hetta, tá tit valdu at seta tíð og orku av, til at vera við til at skapa eina ljósari framtíð fyri onnur. Tit skipaðu fyri einum tiltaki, har tit bjóðaðu gestum inn á skúlan til ein drekkamun og køku, samstundis sum tit skipaðu fyri loppumarknaði til frama fyri virksemi hjá Reyða Krossi. 
 
Eitt frálíkt tiltak, og kann eg ikki nanað enn gerast glaður, tá eg síggi, at eisini tit børn og tit ungu ganga frammarlaga, tá tað kemur til at skapa eina góða framtíð, eisini fyri tey, sum í løtuni bara hóma svørt skíggj á luftini. Blívið endiliga við við hesum.
 
Søgan um tann reyða brandbilin fekk meg til at minnast á nakað gott, á góðar søgur. Tað er umráðandi at skapa og fortelja tær góðu søgurnar, eins og tað er umráðandi at fjálga um og læra av teim góðu søgunum.
 
Tit her á Skála eru við til at fortelja og skapa góðar søgur gjøgnum tykkara felagskapir, ítróttafeløg, virksemi og arbeiðspláss, í skúla og har heima. Tit her á Skála eru ein eind, sum tó aftur er partur av eini størri eind, sum verður bundin saman av Merkinum: henda eindin er land okkara Føroyar.
 
Merkið er tað, sum eyðkennir okkara tjóð og okkum sum føroyingar. Vit nýta hvørt høvið at veitra við okkara vakra flaggi, tað veri seg til stevnur, veitslur ella átøk av ymiskum slag. 
 
Eins og vit eru errin og gleðiliga veitra og vísa Merkið fram hvørja ferð høvið býðst, so vóni eg at vit eisini framhaldandi í felag fara at veitra og vísa fram allar tær góðu dygdir, sum litirnir í Merkinum bera boð um, og sum vit sum tjóð kunnu vera errin av at vera eyðkend fyri.
 
Góðan flaggdag øll somul.