Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.11.2023 13:01

Robert í Løkshøll í kvøld

Í kvøld klokkan 19.00 verður framløga í Løkshøll av bókini ROBERT, har bøkur verða signeraðar og fáast fyri serprís.

Føroya fyrsta poppstjørna, sangarin og undirhaldarin, Robert Mc.Birnie, er bókaaktuellur, nú hann júst hevur rundað tey 80 árini, men er “still going strong”.
 
Hann hevur fortalt, at bókin við ævisøguni, ið lýsir uppruna, lív, yrki og familju, er ein gamal dreymur og eitt gamalt ynski, sum nú er gingið út.
 
Hilmar Jan Hansen hevur skrivað bókina, og nú mánakvøldið vitja báðir í Løkshøll, har heilsast kann upp á teir, og onkur annar fær eisini orðið. Og so fáast bøkurnar til keyps fyri serprís hetta kvøldið.
 
Robert er krígsbarn, men hevur á ongan hátt eina keðiliga søgu at siga um tað. Yvirhøvur gongur ein góður reyður tráður ígjøgnum alla bókina, ið lýsir eitt langt og gott lív higartil.
 
Millum annað var hann saman við Jákupi Mortensen, ið búði dastið av sínum lívi í Runavík, við til at stovna Red Boys, ið setti ferð á tónlistarligu leiðina.