Mynd: Sleipnir ríðingarfelag
Ríðifelagið í Eysturoy hevur í dag luttikid í spring-kapping í Tórshavn, sum Ungdómsnevndin hjá Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri í høllini í Havnadali.
Og sigast má, at hetta var ein góður dagur fyri Ríðifelagið í Eysturoy og hjá 10 ára gomlu Simonu og íslandsryssuni Tign úr Lamba. Simona og Tign úr Sleipnir ríðingarfelag gjørdu ikki mætari enn at vinna spring-kappingina.
Hetta er ein stuttleikakapping, har tad ræður um at hoppa uppum bummarnar, uttan at teir koppa, og at ríða banan so skjótt ein klárar.
Úrslitið av springkappingini, børn og ung 0-17 ár:
1. Simona á Tign 33,9 sek
2. Bjørk á Verðandi 35,3 sek
3. Mary á Stígandi 41 sek
Ein væleydna og stuttlig kapping sum ungdómsnevndini hjá Føroya ríðingarfelag skipaði fyri í dag.
