Mynd: Supersport
Tað regnaði allan dystin á tamb, og menn vóru bæði vátir og skitinir, tá dómarin bríkslaði dystin av niðri í Pristina í kvøld.
Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1, sum eisini má sigast at verða nøktandi sæð við føroyskum brillum. Serliga, tá hugsa verður um, at heimaliðið sat á tí mesta, serliga í seinna hálvleiki, og har føroysku leikararnir tóktust troyttir og høvdu sjálvdan fleiri samanhangandi avleveringar millum sín.
Hóast hetta, so eydnaðist tað Stefan Radosavljevic í 77 minutti, at sleppa leysur, aftaná á eitt langt spark upp eftir vøllinum, aftaná at Kosovu hevði havt horna. Stefan var ósvitaliga sikkur, og setti bóltin flott og trygt í netið til 1-1. Tað hendi aftaná, at heimaliðið hevði lagt seg á odda í 64 minutti, tá Uros Bislimi smekkaði eitt sera vakurt langskot upp í hornið frá 20 metrum.
Endaliga úrslitið gjørdist 1-1, men síðstu løtuna vóru menn sera troyttir og tungir, og var tað eisini nakrar ferðir um reppið, at Kosovo fekk eitt mál afturat. Men so bleiv ikki, og tískil kunnu føroyingar verða væl nøgdir við at koma heimaftur við einum javnleik, á annars einum sera truplum, vátum og vánaligum útivølli.
Hugaligt var at síggja nakrar av ungu debutantinum sleppa at royna seg, og stóðu teir einki aftanfyri teir meira royndu, og tí er væl hugsandi, at onkrir av hesum fara at verða við næsta ár, tá Håkan Ericson skal úttaka hópin til komandi kappingar.
Deil á Facebook