Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.04.2024 22:17

Ráðstevna – Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg

Løgmálaráðið

Revsilógin er umsett til føroyskt og dagførd, men arbeiðið at gera føroyska revsilóg heldur fram. Ætlanin er eisini at innihaldið í revsilógini skal føroyskast, tað vil siga, at lógin í framtíðini skal taka útgangsstøði í føroyskum viðurskiftum. Í hesum sambandi skipar Løgmálaráðið saman við Fróðskaparsetri Føroya fyri ráðstevnu í Kongshøll undir heitinum: “Frá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilóg.”

Ráðstevnan skal birta upp undir kjak í sambandi við arbeiðið at gera nýggja føroyska revsilóg og skal varpa ljós á fyrimunir og vansar við eini revsilóg, sum í høvuðsheitum byggir á føroyskt grundarlag.

Hóast galdandi revsilóg nú er á føroyskum máli, so byggir hon framvegis í stóran mun á donsku revsilógina og donsku samfelagsgongdina. Føroyska samfelagið er minni og øðrvísi enn tað danska. Revsilógin er týðandi partur av grundarlagnum undir einum rættarsamfelag, og tí er týdningarmikið, at lógin sprettir úr samfelagnum, har lógin skal virka.

Fyri at fáa lýst evnið úr ymiskum sjónarhornum, kemur norski dómarin Aina Ertzeid, sum var við í arbeiðinum at orða nýggja norska revsilóg, at hava fyrilestur um hetta arbeiðið. Eisini kemur danski professarin Thomas Elholm at hava fyrilestur um, hvussu danskur revsirættur hevur broytt seg seinastu árini. Harumframt verða fyrilestrar frá fólki, sum arbeiða og kenna føroyska revsirættarøkið úr ymiskum sjónarhornum.

Ráðstevnan verður í Kongshøll, mikudagin 8. mai 2024, kl. 9 – 16:15.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis.

Skrá:

09:00Rógvi Olavson, orðstýrari, bjóðar vælkomin og greiður frá praktiskum viðurskiftum.
09:05Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, setur ráðstevnuna.
09:15Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúi í Løgmálaráðnum: Avbjóðingar við at dagføra og týða revsilógina til føroyskt.
09:45Thomas Elholm, professari og Ph.D í revsirættargangi og revsirætti: Udviklingen i dansk strafferet.
10:30Kaffisteðgur
10:50Henrik Møller, dómari: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.
11:25Petur Even Djurhuus, advokatur: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.
12:00Miðmáli
12:50Jóhan Lamhauge, námslektari í løgfrøði: Hvat er føroyskur revsirættur?
13:20Aina Mee Ertzeid, dómari við Tingrættin í Oslo: Arbeide med den norske straffelov.
14:00Michael Boolsen, fúti: Fyrimunir og vansar við nýggjari revsilóg á føroyskum grundarlagi.
14:30Kaffisteðgur
14:50Ingmar Berg Mikkelsen, formaður í Brotsfrøðifelag Føroya: Revsing og endurmenning í einum lítlum samfelag.
15:20Pallborðskjak
15:50Orðstýrarin tekur saman um.
16:00Landsstýrismaðurin greiður frá víðari gongdini og endar tiltakið.