Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.04.2026 14:20

Posta kunnger ársroknskapin fyri 2025

Tíðindaskriv/Posta

Árið 2025 hevur verið merkt av broytingum og tillagingum, og úrslitið eftir skatt gjørdist eitt hall upp á 3,2 mió. kr. Samstundis hevur Posta tikið týðandi stig til at betra um raksturin frameftir og hevur betrað um tænasturnar til viðskiftafólk.

“Vit hava umlagt virksemið og lagt dent á færri, men meira miðvísar tænastur innan post- og pakkaflutning, sum er okkara kjarnuvirksemi. Vit hava gjørt virksemið einfaldari og meira haldført, og tað skapar eitt gott grundarlag fyri betri úrslitum frameftir,” sigur Edvard Remberg, stjóri á Posta.

Tillagingar og greið kós

Úrslitið í 2025 var ávirkað av vantandi lønsemi í fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin. Eisini ávirkaði ein fyribils steðgur í brævasendingum frá ávísum veitarum í fjareystri í upp til fimm mánaðir, umframt avskrivingar í sambandi við niðurleggingina av fraktvirkseminum.

“Árið hilnaðist ikki eins væl og ætlað. Men vit hava nú gjørt tillagingar og raðfesta kjarnuvirksemið enn meira. Vit hava góðar vónir um útlitini og leggja alla okkara orku í tað, vit gera best – at bera post, pakkar og stykkjagóðs út í Føroyum,” sigur stjórin.

Sum partur av hesum hevur Posta tikið avgerð um at gevast við fraktvirkseminum millum Føroyar og útheimin. Samstundis varð útbering av adressuleysum niðurløgd í árinum, og tað hevur gjørt tað møguligt at skipa raksturin betur.

Styrktar tænastur og jalig útlit

Væntað verður, at pakkar gerast ein týdningarmikil drívmegi frameftir. Posta arbeiðir miðvíst við at gera tað enn lættari hjá føroyingum at keypa úr útheiminum, millum annað við nýggjum samstørvum við altjóða postverk og við smidligari tollloysnum. Eisini í Føroyum síggja útlitini jalig út.

Á kundasíðuni eru tænasturnar styrktar. Pakkaboksir eru nú staðsettar í øllum sentralum økjum, og saman við talgildu loysnunum í Posta-appini og posta.fo er tað vorðið bæði lætt og smidligt hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viðurskifti sjálvi.

Posta hevur leigað út høli, sum felagið ikki hevur tørv á, í bygninginum á Óðinshædd 2. Harumframt hevur Posta stovnað pf. Óðinshædd 2, hvørs høvuðsvirksemi er at eiga og útleiga bygningin á Óðinshædd 2.

Við teimum broytingum, sum eru framdar í 2025 og í byrjanini av 2026, væntast avlop í 2026.

Úrslitið í stuttum

  • Nettosølan í 2025 var 94,1 mió. kr. samanborið við 105,9 mió. kr. í 2024.
  • EBITDA var 7,4 mió. kr. í 2025 samanborið við 8,1 mió. kr. í 2024
  • Úrslitið gjørdist eitt hall á 3,2 mió. kr samanborið við einum halli upp á 1,7 mió. kr. í 2024.

Í nevndini eru

Árni Holger Ellefsen, nevndarformaður

Reidar Nónfjall, næstformaður

Guðrið Højgaard, nevndarlimur

Jóannis Iversen, starvsfólkaumboð

Eigil Andersen, starvsfólkaumboð

Spjaldur