Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2023 14:10

Pólland og Føroya á Skarv í Keypmannahavn

Skarv

EM-undankappingardystin millum Pólland og Føroyar er at síggja á føroyska spælistaðnum og barrini Skarv í Keypmannahavn í kvøld kl. 20:45 danska tíð á trimum skermum.

Í Warszawa í Póllandi har Føroyar spæla er næstan útselt við 58.000 áskoðarnum, sum er met fyri føroyska landsliðið. Um ikki annað so kunna føroyingar hoyrast á Skarv.

Promotarin á Skarv hevur skrivað til pólsku sendistovuna og til ymsar polskar fb-bólkar til tess at bjóða teimum polsku fjepparnum inn á Pilestræde 43 at njóta dystin saman við føroyingum.

Hettar er fyrsti fótbóltslandsdystur, sum verður vístur á Skarv.

Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn dystin, kl. 19:45.