Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2022 06:33

Politisk spurnakapping á Torginum í SMS

Mynd: SMS

Í samband við, at nýggja føroyska spurnaspælið, Bezzerwizzer, verður útgivið í vikuskiftinum, verður ein spennandi politisk spurnakapping á Torginum í SMS leygardagin kl. 13.00. Teir politisku flokkarnir fara at kappast ímóti hvørjum øðrum, har tvey umboð eru fyri hvønn flokk. Fyrst verður ein undankapping og hareftir verður ein finala.

Hesi umboð eru melda til fyri hvønn flokk:

Fólkaflokkurin: Christian F. Andreasen og Beinir Johannesen Sambandsflokkurin: Johan Dahl og Erhard Joensen Javnaðarflokkurin: Sjúrður Skaale og Barbara Gaardlykke Apol Sjálvstýri: Sámal Petur í Grund og Heri Danielsen

Tjóðveldi: Bjørt Samuelsen og Rógvi Nybo
Framsókn: Bjarni K. Petersen og Gunnvá Winther
Miðflokkurin: Eingin meldaður til enn, men vónandi kunngera tey tað skjótt

Hetta er skráin fyri allan leygardagin í SMS:

Kl 10.00 Vit lata upp og tilmelding til kapping fer fram Kl 11.00 Bezzerwizzer kann roynast á Torginum
Kl 13.00 Gjøgnumgongd av leiðreglum
Kl 13.15 Politisku flokkarnir kappast í Bezzerwizzer

Kl 15.00 Almenn kapping byrjar (max 16 lið) Kl 18.00 Liðugt