Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.04.2024 09:05

Plúmm skal spæla á G!

G!festival

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm.

Tá ið vit práta um dugnaligar ljóðförisleikarar í Föroyum, er neyvan nakar í hægri metum enn Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara). Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm

Bólkurin varð stovnaður í 1984, og hevði stóra hittið “Stjörnuskot”, sum fólk enn munnu kenna í dag. 

Kendasta avrik teirra man tó vera samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni “Terji & Föstufressar”.

Afturat sær hava teir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk), og teir fara á G! festivalinum at granska, hvussu teir kunnu blanda öll hugsandi slög av tónleiki: Rokk, djass, country, metal, opera og popp. 

Vit gleða okkum at hoyra nakrar av bestu ljóðförisleikarunum vit nakrantíð hava átt í Föroyum, tá ið teir trína á pall á G! 

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) og Sound of the Damned (GL) Das Body (NO) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Spjaldur