Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.04.2023 15:17

Petur Knudsen – “Eg vil meira enn bara hetta”!

Mynd: Lyngby Boldklub

Mánadagin 10. apríl var ein serstakur dagur hjá Petur Knudsen, tá hann umsíður, eftir drúgvan skaðasteðg, slapp á vøllin fyri lið sítt í einum Superligadysti. Hetta var eisini eitt stórt stig á yrkisleiðini hjá evnaríka runavíkinginum, sum sostatt fekk sínar fyrstu minuttir í donsku bestu deildini.

Eysturoyarportalurin, hevur spurt Petur um hvussu kenslan var, tá hann kom á vøllin á MCH Arena í FC Midtjyllandi og fekk sínar fyrstu Superliga minuttir?

Tað var ein ótrúliga góð kensla, at koma á vøllin í einum dysti í Superliguni. Helst eftir eina langa og harða tíð, bæði kropsliga og mentalt, seinastu 12 mánaðirnar.

Hvussu hevur tíðin, sum tú hevur verið skaddur verið, og hvat eru vónirnar fyri framman?

Við miðvísum arbeiði alla hesa tíðina, hevur gjørt, at eg nú havi fingið møguleikan at spæla aftur á hægsta stigið, og tað eri eg ótrúliga stoltur av. Men eg vil meira enn bara hetta, so harða arbeiðið heldur fram.

Tú hevur sáttmála við Lyngby Boldklub fram til summar, tá sáttmálin gongur út. Til tað tíð, eru 8 Superligadystir eftir at spæla, men hvat hendir aftaná tað?

Enn er eingin avgerð tikin hvussu framtíðin sær út, sigur Petur at enda.

Lyngby Boldklub tekur ímóti AC Horsens sunnudagin 16. apríl, sum hevur fyrrverandi HB venjarinum, Jens Bertel Askou sum høvuðsvenjara.