Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.04.2023 16:49

Patricks í Fuglafirði skift eigara

Mynd: Alfred Lambastein og Njál Reinert-Petersen

Patricks í Fuglafirði hevur í dag skift eigara. Alfred Lambastein sum hevur átt- og rikið Patricks í knapt 4 ár, hevur í dag selt bygning og virksemi til feðgarnar Njal, Boga og Fríða Reinert-Petersen.

Patricks er nú stongt og letur uppaftur fríggjadagin 5. mai.

Njal og Bogi hava fyrr haft virksemi í sama bygningi og ætlanin er, at finna sama leist sum seinast.

Í ovaru hæddini verður nú gjørt klárt til billard og pool. Tvey nýggj poolborð í fullari stødd eru ávegis til Føroyar og hesi standa klár at taka í brúk, tá latið verður upp.

Nýggju eigarnir eru spentir uppá komandi tíðir og ynskja at takka Alfred fyri tíðina.