Nes prestagjald
Pärnu Kamarkór úr Estlandi vitjar í Føroyum næstu dagarnar, og hevur konsert í Gøtu Kirkju, komandi sunnukvøld, 09. aug. kl. 19:00.
Kórið, sum varð stovnað í 2001, hevur verið sera virkið, við nógvum sera góðum framførslum. Kórið hevur framført nógvan ymiskan tónleik, alt frá Jólaoratoriinum hjá Bach, og estlendskum klassikarum, til musikalar o.a. Kórið hevur eisini luttikið í Song Battle kappingini í estiskum sjónvarpi, og hevur verið á konsertferðum í Týsklandi, Russlandi, Svøríki, Georgia, Danmark, og Eysturríki, og er túrurin nú komin at vitja Føroyar.
Tey hava luttikið í fleiri kappingum við góðum úrslitum, har tey hava fingið bæði gull- og silvurheiðursmerkir í fleiri kappingum.
Kórið hevur givið út fløgur, og t.d. var fløga teirra frá 2011 útnevnd “Ársins kórfløga 2011” av estiska kórsambandinum.
Kórleiðarin, Elo Kesküla, er útbúgvin tónleikalærari og kórleiðari, og hevur gjørt nógvar útsetingar til kór, ensemble og orkestur.
Fleiri ferðir um árið er kórið á venjingarlegur, har stórur dentur verður lagdur á intensiva ræddar-venjing.
Á Føroya vitjanini fer kórið eisini at syngja á Guðstænastuni í
gjónni við Gjógv, sunnudagin 09. aug. 2026 klokkan 15:00