Skála ÍF skrivar:
Óli hevur verið partur av málmanshópinum hjá besta liðnum síðani 2023 og hevur harumframt vart málið hjá bæði U21 og 2. deildarliðnum.
– Eg fari altíð eftir at forbetra meg hvørt ár bæði til venjing og til dystir, og vera við til at tryggja at vit fáa góð úrslit. Vit hava gott samanhald í hópinum, og eg trúgvi uppá at vit kunnu byggja víðari uppá tað væleydnaða ári í fjør, og at hetta er bara byrjanin uppá nakað størri hjá Skála.
Vit gleða okkum at fylgja Óla komandi ári!