Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.11.2026 19:00

Dunga Jákup doyptur og komin heim (Myndir)

Mynd: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

Tað var ein hátíðarlig og kenslulig løta á bryggjuni í Norðragøtu í dag, tá ið Maud Hansen, elsta dóttir Jákup Jacobsen sála, doypti nýggja frystitrolaran hjá P/F Varðanum. Skipið ber navnið, sum pápi hennara var kendur undir – Dunga Jákup.

Mett verður, at umleið 1.000 fólk vóru komin á bryggjuna at bjóða nýggjasta skipinum í flotanum vælkomnum.

Fyrrapartin var illfýsið, og stór alda var á Gøtuvík. Men tá ið hátíðarhaldið nærkaðist, legði aldan seg. Tað var, sum um hægri maktir høvdu ein fingur við í spælinum.

Hóast vetur er, vísti veðrið seg frá síni bestu síðu, tá ið ein flagskrýddur Dunga Jákup kom skúmandi inn eftir víkini við Gøtunesi í fylgi.

Á skránni vóru hornatónleikur, felagssangur og røður. Eftir dópin vóru øll boðin umborð at síggja nýggja trolaran, og í kappróðrarneystinum hjá Tindi var okkurt at fáa til matna.

Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

Dronumyndir: Simon Nordendal/Eyp.fo