Hondbóltssamband Føroya
Føroysku U19-kvinnurnar vístu meira og vóru hvassar í seinna vinardystinum móti Bretlandi. Føroyar vunnu stórt, 37-10, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-5 í hálvleikinum.
Hóast tryggan sigur í gjár á 29-22, so vóru okkara samdur um, at avrikið kundi betrast. Hetta sást frá byrjan í dag, har Føroyar veruliga settu seg á dystin. Leikferðin var hægri, og okkara løgdu eisini meira fyri í verjuni. Bjørk Jákupsdóttir byrjaði í føroyska málinum, og hevði hon eisini sera gott tak á bretsku skjúttunum, tað vitna tey fáu málini um. Bretar høvdu ilt við at skora, meðan okkara bara øktu við málum frá øllum plássum. Føroyar vóru frammanfyri 19-5 í hálvleikinum. Seinni hálvleikur var líkur fyrra. Okkara slakaðu ikki, og var tað eyðsýnt at allar vildu vísa seg í besta landsliðshami. Leiðslan øktist og endaði dysturin 37-10.
Næsta uppgávan hjá U19-landsliðnum verður EHF Championship, sum verður leikt í july mánaði.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Bára Holm í Innistovu 10 (4)
Fríða Eysturtún Rubeksen 5
Bjørk Mariusardóttir 4
Maria Poulsen Hellisdal 3
Emily Andresen 3
Halla Haldansen 3
Lý Magnussen Dávadóttir 3
Dinna Feilberg Lamhauge 2
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 2
Lív Berg á Lag 2